Sjálv kjarnin í javnaðarhugsjónini er, at hond skal takast um tey veikastu í samfelagnum. Ikki minni týdningarmikið er tað, at vit lofta teimum, ið detta niðurímillum. Tað er við Javnaðarflokkinum á odda, at vit hava fingið fólkapensión, arbeiðsloysisskipan og samhaldsfasta; alt skipanir, sum ongin í dag kann ímynda sær at vera fyriuttan. Og vit steðga ikki her.
Øll kunnu vit koma illa fyri í samfelagnum. Tí er javnaðarhugsjónin fevnandi fyri øll – ein samfelagsskipan, har vit gjalda inn eftir førimuni og fáa út eftir tørvi. Øll, sum orka, skulu vera við til at lyfta. Og afturfyri skulu øll, sum tørva, fáa hjálp. Nærum øll menniskju eru í báðum støðum til ymiskar tíðir á lívsleiðini. Summar tíðir ríða vit á aldukambinum, har onki tykist óført, og aðrar tíðir eru vit niðri í aldudalinum, har vit hava tørv á eini hjálpandi hond fyri at koma upp undan aftur.
Tað er umráðandi at samfelagið, ið til tíðir er landsmyndugleikin, og til aðrar tíðir kommunan, tekur sær av at fordeila rættvíst. Ert tú komin illa fyri, skulu myndugleikarnir geva tær bæði bráðfeingishjálp og hjálp til sjálvhjálp. Javnaðarflokkurin í Klaksvíkar Býráð tekur eisini fult undir við, at vit hjálpa borgarum at lofta sær aftur. Tað gera vit millum annað við at stuðla viðgerðarheiminum hjá Bláa Krossi á Toftum.
Á hesum økinum standa eftir okkum í brátt farnu býráðssetu serliga tveir varðar, ið eru verdir at taka fram. Annar er virkis- og tilhaldsstaðið Gloym meg ei, ið tað eydnaðist at lata upp í Klaksvík í 2018. Hin er Umsorganarheimið Gloria, ið er sett á stovn í góðum samstarvi við landsmyndugleikarnar. Tað var ikki longur virðiligt, at ein so stór og framkomin sum Klaksvíkar Kommuna sendi sínar borgarar, ið vóru komnir illa fyri, til aðrar kommunur at taka sær av. Í báðum førum var Javnaðarflokkurin felagsnevnarin fyri bæði kommunala myndugleikan og landsmyndugleikan, sum í felag gjørdu, at verkætlanirnar komu á mál.
Tolsemi og samhaldsfesti eru eisini í skjaldrarmerki Javnaðarfloksins, og flokkurin leggur stóran dent á at fevna øll. Ongin skal vera uttanfyri samfelagið. Øll skulu ikki vera eins, men øll skulu hava javnbjóðis møguleikar. Tað skal ongan mun gera, hvør liturin á tíni húð er, hvørja trúgv tú hevur, ella ikki hevur, hvat eftirnavn tú hevur, hvørja kynsliga sannføring tú hevur, ella hvat kyn tú ert. Tolsemi merkir, at viðurskifti sum hesi á ongan hátt skulu ávirka tínar virkismøguleikar ella rættindi negativt.
Øll hava rætt til at eldast virðiliga og við tign. Javnaðarflokkurin ásannar, at fólk hava ymiskan tørv, og vil tí taka støði í tørvinum hjá eldra borgaranum sjálvum. Hvat antin borgarin ynskir at verða búgvandi í egnum húsum sum longst, um hann ynskir at flyta inn í sambýli, ella um ein eldraíbúð er ein betri loysn, so eiga vit at møta borgaranum, har hann er, og gera okkara besta fyri at ganga hansara tørvi á møti. Hetta er eisini galdandi fyri tey mest røktarkrevjandi, ið skulu hava so smidliga atgongd sum gjørligt til røktarheimspláss í kommununi.
Hvussu væl tað stendur til í eini kommunu eigur altíð at vera mátað eftir, hvussu tey veikastu í kommununi hava tað. Javnaðarflokkurin er tín trygd fyri, at hetta eisini verður mátistokkurin framyvir.



