Hvør hevur stygt okkara unglingar burtur frá fiskivinnuni?
Í blaðnum ”Vinnan” frá 2. Februar í ár, er ein áhugaverd kanning , sum Føroya Handilsskúli hevur lati gjørt, um hvat miðnáms skúlanæmingar ætla at útbúgva seg til. Spurdir eru 503 næmingar, svara hava 495. Av svarunum eru 11 ymiskar útbúgvingar nevndar í prosentum.
Í bókini ”Les og lær í Føroyum” eru omanfyri 100 útbúgvingar at velja ímillum.
Og av hesum 11 útbúgvingunum, sum nevndar eru í prosentum, har er læknavísindin greiður vinnari við 14,5%, men tað, sum skakaði meg var, at næst niðast av hesum 11 nevndu útbúgvingarmøguleikunum lá Sjóvinnan við 1,6%.
Sjóvinnan hon man umfata: farmaflutnings – frálanda – ferðaflutnings – ali- og Fiskivinnuna.
Hvat er hent landi okkara, at Sjóvinnan sum er okkara nógv størsta innløguvinna, og hevur brúk fyri nógvum góðum fólki, er so illa umtókt av unga fólkinum í dag?
Og hvør hevur stygt okkara unga ættarliðið burtur frá Sjóvinnuni, og tá serliga burtur frá at blíva fiskimaður? Eru tað foreldrini, skúlaskipanin, politikararnir, tíðindatænastan, ella okkurt annað?
Fara vit aftur í søguna, so bleiv fyrr sagt, at ”Føroyingurin var føddur við ár í hond.” Tá var opni róðrarbáturin neyðugt amboð til lívsins uppihald, har ungi pilturin bleiv uppalin til at rógva og taka lut í arbeiðnum, sum fyrifórst í opna róðrarbátinum.
Tann tíðin er farin, nú verður valla ár løgd út, uttan til kappróður, meira viðkomandi kundi í dag verið at sagt, at ”Føroyingurin nú verður føddur við fartelefon í hond.”
Tá vit koma til slupptíðina, fóru unglingarnir til skips 14 ára gamlir, fiskaðu í sjálvdrátti og blivu løntir eftir hvussu nógvar fiskar teir sjálvir veiddu, tað var so teirrasa fiskimannaskúli, og summir vóru longu skiparar fyrrapart í tjúgunum.
Tað er heldur ikki so langt síðani at eg hitti ein 73 ára gamlan mann, hann hevði verið fiskimaður í 56 ár, og hevði verið ½ ár til skips áðrenn hann bleiv konfirmeraður, so teir byrjaðu ungir!
Fyri kortum var eg í einum handli, sum millum annað selur fiskireiðskap, har kom eg á tal við ein av mínum fyrrverandi starvsfeløgum, sum er farin upp um fólkapensionist aldur, ørindini hjá honum var at keypa teymar, og teir skuldu vera gulir, eg spurdi hann um gulir teymar fiskaðu best? Svarið var, at egnararnir hann hevði vóru gamlir menn, sum sjónin var viknað hjá, og teir sóu betri hvussu teymarnir vóru uppikastaðir, um línuna tá teir vóru gulir heldur enn svartir, og so fór hann rokmikil víðari – So teir halda eisini leingi á.
Tíðin stendur ongantíð í stað, opnu bátarnir og sluppirnar fingu motor vit fingu dekksbátar, trolarar, skonnartir, stállínuskip, flakatrolarar, rækjutrolarar, uppisjóvarskip og aliskip.
Tilgongdin av ungum monnum at manna okkara fiskiskip fyrr var, at teir eftir 7 ára barnaskúla, mynstraðu umborð á skipini, onkur sum kokkadrongur, og aðrir sum dekkarar, hesir seinru blivu eisini nevndir ”Prøjsar”, einasta treytin var, at teir skuldu hava tuberklakort.
Í seinru helvt av undanfarnu øld, tók ein bátalínufiskiskapur seg upp her heima, har línan bleiv egnd í landi, og sett í frystirúm, har nógvur skúlaungdómur var í egningarskúrunum og egndu, bæði gentur og dreingir, og fortjentu sær nakað av pengum, hetta gav dreingjunum eisini ein førleika til seinri at fara til skips á línuveiðu.
Eisini unglingar, sum gingu á hægri skúla eftir barnaskúlan, vóru ofta altráðir eftir at sleppa til skips í summarfrítíðini, fyri at vinna sær nøkur oyru, og harumframt fingu teir innlit og førleika til skipslívið.
Men so er ikki longur, nú sæst valla skúlaunglingi í tí sindri av egningarskúrum har egnt verður, og tað liggur helst ikki fremst í huganum hjá víðari lesandi, at sleppa til skips í summarfrítíðini.
Nú ein dagin kom ein spelkin unglingi á gátt, ørindi hansara var at selja lutaseðlar, fyri sín skúlaflokk, til eina námsferð, og (eftir skaving, men ongan vinning) hugdi eg eftir, hvat hetta var fyri ein námsferð. – Ájú, tað var ein námsferð til Kina – Eg moyni tað.
Innan sjóvinnuna, eru tað serliga partar av fiskiførunum, sum líða undir, at so lítil tilgongd er av ungum monnum, og meinast hevur tað rakt línuskipini, tey hava stundum ligið vegna manningatrot, og hava stundum roynt undirmannaði, eisini hevur verið roynt at fáa útlendingar til manning, til dømis úr Polen, Lithauen, Indonesien, Filipinunum, Skotlandi og Portugal.
Men tað er ikki so líkatil, málið er altíð ein trupulleiki, teir flestu duga bara sítt móðurmál, onkur dugur enskt, teir skulu flytast aftur og fram millum føðiland teirra og Føroyar, hava innivist millum túrar o.s.fr.
Og ofta kenna teir lítið og einki til arbeiðið umborð á okkara skipum.
Men stundum hevur hetta eydnast væl, skipini kundu ikki verið hesa manning fyri uttan tá umleið helvtin av dekkarunum hava verið útlendingar.
Men aftur til spurningin, hvat hava vit gjørt skeivt, sum hevur stygt unga fólkið burtur frá at gerst fiskimenn?
Mær tykir, at ein av orsøkunum er okkara skúlaskipan.
Í dag hava vit ongan barnaskúla longur, nú eitur tað fólkaskúli, og har eru unglingarnir innilæstir til teir eru umleið 15-18 ára gamlir, og eru tá innslúsaðir til at læra víðari, og kunnu velja ímillum hundradavís av útbúgvingarmøguleikum.
Men eitt kunnu teir ikki læra til, so undrunarligt tað enn ljóðar, eingin møguleiki er her heima at læra til fiskimann – Tí her finst eingin slíkur skúli!
Eisini hevur fiskiflotin verið fyri eini kollveltandi broyting, fiskiførini reformera seg sjálvi alla tíðina, tey eru nú blivin so mekaniseraði, elektrofiseraði og effektiviseraði so at manningartalið er minkað okkurt um eina helvt.
Skiparin hevur ikki longur tørv á at hava ”Drømmand”, ”Toskanøs” ella ”Anilsi” o.s.fr.
Nú er stýrhúsið fult av alskins tólum, við hundradavís av knøttum, sum hann skal hava skil á, og duga at brúka, fyri at ognast mest møguligt av havsins ríkidømi, til alt hann hevur ábyrgdina av, saman við manning og reiðaríi.
Arbeiðsgongdin hjá dekkarunum er eisini nógv broytt, har eru nú nógv sløg av maskinum og spølum, til tey ymisku endamálini, sum dekkararnir skulu duga at handfara.
Samanumtikið so er broytingin ógvuslig, og tað er ikki so líkatil hjá unga alvanum at koma úr verandi skúlum og beinleiðis umborð í eitt fiskiskip, vit mega ásanna, at tíðin er farin frá gomlu tilgongdini av ungum monnum til fiskiskip, hon er ikki nøktandi longur nú øll skulu ganga so leingi í skúla.
Og tí er alneyðugt at vit leggja á annan bógv og seta á stovn ein fiskimannaskúla, har unglingar so tíðliga sum møguligt, sum fólkaskúlin loyvir tí kunnu fara at útbúgva seg til fiskimenn.
Og tað mega eisini vera fiskifør knýtt at einum slíkum skúla, tí eingin gerst grammur fiskimaður bert á bonaðum gólvi.
Hevur ein nomið sær førleika at vera fiskimaður, so hevur hann eisini góða barlast til aðrar sjóvinnur, og eisini røkkur ein slík barlast til mangt annað at gera.
Omanfyri lesarabræv bleiv skivað í vár, eftir at hava lisið umrøddu greinina í Vinnublaðnum, so tað er ein góð løta síðani.
Nú er nýggja samgongan komin við uppskotum við ógvusligum inntrivum í fiskivinnuna.
Ein slík viðferð av fiskivinnuni stimbrar ikki áhugan hjá ungum monnum at gerast fiskimenn.
Men livst so spyrst, vónandi fer vit og skil, at trekkja tað longra stráið.
Jógvan I. Olsen




