Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ongin moralsk skylda at búgva í Føroyum

Erhard Jacobsen

Ein av stóru trupulleikunum, Føroyar hava at dragast við, er fólkatalið, sum hevur staðið í stað seinastu árini. Samstundis eru vit blivin fleiri eldri og færri yngri. Og ójavnvág er eisini í býtinum millum kynini. Øll eru samd um, at hetta er skeiv gongd.

Í grundini er hetta er ikki ein nýggjur trupulleiki, tí fráflyting hava vit havt í hvussu er tey seinastu hálvthundrað árini. Tað gongur upp, tá ið góðar tíðir eru, og niður í verri tíðum. Hesi seinastu 6 árini við fíggjarkreppu eru yvir 1.300 fleiri fólk flutt av landinum enn tey, sum eru flutt til landið. Hetta boðar ikki frá góðum, og politikkurin hjá sitandi samgongu at halda aftur á so at siga øllum økjum hevur ikki bøtt um støðuna. Ein avleiðing av skeivu gongdini er, at tað verða færri at eiga børn, og tað í sjálvum sær økir um trupulleikan at fáa fólkatalið at vaksa. Men enn verri er, at stirðilin eisini seyrar úr samfelagnum við ongum ungfólki, og verulig samfelagsmenning og nýhugsan steðgar.

Politikarar hava ásannað trupulleikan, m.a. við at fáa gjørt eitt álit, sum er ein heildarætlan um fólkaflyting og fólkavøkstur (apríl 2013). Í hesum álitinum eru uppskot um fleiri átøk at venda gongdini, átøk, sum skulu gera tað lættari og meira lokkandi at fáa útisetar at flyta aftur. Alt gott um tað, men álitið ger sum heild lítið burtur úr at vísa á týdningin at hava eitt samfelag, sum hevur størv til fólk við útbúgving. Og her liggur tann mest avgerandi forðingin fyri at fáa fólk at flyta heimaftur og støðast.

Føroyski arbeiðsmarknaðurin má gerast nógv meira dragandi, skal okkum verða lív lagað í hesum landi. Tað mugu vera størv til fólk við útbúgving, fleiri størv, sum gera tað møguligt at brúka sína vitan í mennandi verki. Í løtuni gera vit nærum tað øvugta, tá ið vit útbúgva fólk til onki. Privati arbeiðsmarknaðurin kundi verið skipaður so, at brúk varð fyri fólki við útbúgving á øllum stigum. Og tað almenna, har skerjingar eru gerandiskostur, ger lítið og onki við tørvin á fólki, sum vilja gera mun. Her talar eitt nú almenni lønarpolitikkurin sítt greiða mál, umframt at fólk ofta bara kunnu fáa hálvdagsstørv. Vit liva í vitanarsamfelagnum, og tá eigur tað almenna at vera lokomotivið sum setir í verk, letur undirstøðukervið og førir okkum framá og ikki sum nú bremsukubbi.

Hugsið tykkum í staðin, at okkara høvuðsvinna til dømis fekk álagt at taka alt við til lands, sum nú verður tveitt fyri borð. Tað vildi givið okkum rávøru, sum hevði verið framleidd til úrdráttir at brúka í medisinídnaðinum ella øðrum ídnaði. Hetta kundi verið nýbrot, sum fór at fáa okkum at rópa eftir fólki við útbúgving og førleikum. Og hetta hevði sett ferð á gransking og vørumenning. At hetta ikki loysir seg hjá onkrum privatum, sum bara hugsar í nøgd og ikki góðsking, kann ikki góðtakast.

Og minnast tit fyrr, tá ið ullin bara kundi brúkast til posatroyggjur, føroysk undirklæði, hálvhosur og vøttir. Í dag verða bundnar vørur seldar sum stás til tey, sum dáma at vera fín og til tey múgvandi. Ja, ein føroyskt framleidd troyggja er fínasta snið og verður brúkt í sjónvarpsrøð, sum fólk um allan heim síggja. So tað ber til.

Ja, og hugsið tykkum, at tað almenna fór at leggja dent á tænastumenning og ikki bara virkaði sum ein bókhaldari. Tað hevði sett gongd í. Veruleikin er, at nógvar rationaliseringar, sum væl kundu verið framdar í tí almenna, kunnu ikki setast í verk sum er, tí at stovnarnir eru fjøtraðir og undirfíggjaðir og tí noyddir at arbeiða inneffektivt.

Nógv verður annars gjørt burtur úr at greiða útisetum frá, at higar skulu tey bara koma, tí at størvini – eisini toppstørvini – bíða eftir teimum, men tað passar bara ikki. At taka fram nøkur einstøk, sum her hava havt eydnuna við sær, er at leggja stein oman á byrðu hjá teimum, sum fegin vildu búð í Føroyum, men sum ikki fingu møguleikan. Sjálvandi hevur viljin hjá tí einstaka nógv at siga, men tað kann so ongantíð vera ein moralsk skylda at búgva í Føroyum.

Jú, her er av sonnum brúk fyri eini skipanarbroyting. Lætt verður tað ikki, tí brúk er fyri nýggjum fíggjar-, vinnu- og arbeiðsmarknaðarpolitikki.

Eg sigi fyri meg, at eg sum valevni fyri Nýtt Sjálvstýri fegin vil vera við til at taka tey drúgvu og tungu tøkini, sum brúk er fyri her.

Erhard Jacobsen, valevni fyri Nýtt Sjálvstýri