Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ongin vinnari funnin í dystinum millum B36 og HB

Oliver Joensen

Kl. 15 ídag byrjaðu HB og B36 at leika um 3. plássið í Klaksvíkskappingini. Veðrið versnaði undir øllum dystinum og tí bleiv dysturin bríkslaður av áðrenn tíðin var úti.

Hóast tað ikki vóru nógvir minuttir eftir at leika í, so varð avgjørt at blása dystin av orsakað av sera vánaliga veðrinum. Tá var støðan 0-0. Ætlanin er í skrivandi stund at seta finaludystin í gongd nú kl. 17 ímillum KÍ og B68. Sum skilst hava partarnir avrátt, at um veðrið ikki gerst betur, so verður bert spælt tvær ferðir 35 minuttir.

Harleyfacadeacryl