Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ongur í reyv av Fjallavatni – men

Oliver Joensen

Sunnukvøldið fóru eg og Árni Zachariassen ein túr á Fjallavatn at fiska síl. Hetta var eitt av teim vøkru summarkvøldunum, vit hava verið vælsignaði við í ár.

Spenningurin var ikki sørur, tí frammanundan høvdu vit tosað við kønan sílaveiðumann úr Vágunum, hann hevði verið har týsdagin frammanundan og hevði fingið umleið 30 síl, okkurt av teimum vá tvey pund, so útlitini vóru góð.

Men vit fingu annað at síggja. umleið 30-40 minuttir eru at ganga til vatnið, og vit byrjaði við áarmunnan har fyrsta áin rennur í, síðani kastaðu vit allan vegin norður eftir miðvágslandinum, so framvið norðanfyri og  síðani fram við Bølandinum og suður aftur har vit vóru komnir frá uttan at vit fingu eitt einasta síl. Vit fóru av Klaksvík um 5 tíðina seinnapartin sunnudagin og vóru ikki við hús aftur fyrr enn um tvey trýtíðina mánamorgunin. – Soleiðis er hjá veiðimanninum.

MEN…

Tú fært altíð eina góða uppliving, umframt gongutúrin, kondi og mentala røkt, so finnur tú eisini eitthvørt forvitnisligt, hevur tú eyguni við tær, og tað er Árni góður til. Hann gjørdi meg varðugan við, at har var ein fuglur, sum ikki er ímillum teir heilt vanligu í Føroyum. 

Eg hevði eitt lítið lummafototól við mær, so eg royndi at avmynda fuglin so gott sum tað nú einaferð bar til við hesi útgerðini í skýmingini. Vit hildu hetta kanska vera ein Óðinshani, og tí var eg eitt sindur spentur at senda myndina til altíð tøka fuglafrøðingin Jens-Kjeld Jensen. Jens-Kjeld svarar soleiðis:

Helsireyði ynglede flere steder for blot 30 år siden, men er gået meget tilbage. I de sidste år har her måske kun været 10 ynglepar plus 10 enlige hunner. Men  i år har der været usædvanlig mange over alt på Færøerne, næsten som i gamle dage med mindst 50 par?

Jú, ferðast í egnum landi og tú upplivir nógv, ikki minst nógv viðkomandi.

Oliver