Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Onki útvarp á rygginum

Jóhann Lutzen

Skiparin á Mýlingi, Ian Thomsen, ringdi júst nú til Norðlýsið og upplýsti, at teir havi ikki hoyrt útvarpið á millumbylgjuni í meiri enn eina viku. Føroya Tele hevur fingið boð úr Mentamálaráðnum um at sløkkja millumbylgjusendaran

Skiparin á Mýlingi, Ian Thomsen, ringdi júst nú til Norðlýsið og upplýsti, at teir havi ikki hoyrt útvarpið í meiri enn eina viku. Føroya Tele hevur fingið boð úr Mentamálaráðnum um at sløkkja milumbylgjusendaran

Virðingin fyri okkara sjófólki tykist ikki stór. Mýlingur er 55 – 60 fjórðingar úr landi og teir hoyra hvørki eitt ella annað til føroyska útvarpið, meðan teir hoyra íslendska útvarpið. Tað líkist hvørki einum ella øðrum, at okkara siglandi fólk ikki hoyra útvarpið, sum er einasta samband teir hava til Føroyar, tá teir eru staddir so langt úr landi.

Ian Thomsen, skipari á Mýlingini segði í satellit-telefonini, at teir hava haft hendan trupulleikan eina viku. Ein av manningini hevði ringt til Føroya Tele at frætta og har vórðu boðini, at Føroya Tele hevur fingið boð úr Mentamálaráðnum um at sløkkja millumbylgjusendaran.

Tá vit tosaðu við Mýling, var teirra støða 63 gradir norð, 8,22 vestur.

Norðlýsið hevur ringt til Mentamálaráðið og hava fingið upplýst at Bjarni Vilhelm umsitur málið, men hann hevur ikki verið at fáa fatur á.