Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Onkuntíð er langt frá ovastu hædd niður í køkin

Norðlýsið

Eini hjún sum einaferð um árið vitjað á Hotel Tórshavn, dáma sera væl hotellið, sum millum mannað enn verður kallað Sjómannsheimið í Havn. Hotelli er nógv broytt og nógvur aktivitetur er á hotellinum. Nógvir nýtímans hentleikar eru eisini, og sum hjúnini greiða frá var tað ikki sørt avbjóðandi tá tey skuldu biðja um ein døgurðabita.

Eini hjún sum einaferð um árið vitjað á Hotel Tórshavn, dáma sera væl hotellið, sum millum mannað enn verður kallað Sjómannsheimið í Havn. Hotelli er nógv broytt og nógvur aktivitetur er á hotellinum. Nógvir nýtímans hentleikar eru eisini, og sum hjúnini greiða frá var tað ikki sørt avbjóðandi tá tey skuldu biðja um ein døgurðabita.

Komin á hotelli fríggjakvøld vóru vit svong og búðu vit í einum av sera góðu sveetunum á hotellinum. Men telefonin hjá hotellinum riggaði ikki so til bar ikki at fáa fatur á kunningardiskinum.

Vit høvdu telduna við og funnu høvuðsnummari hjá Hotel Tórshavn og ringdu við egnari fartelefon niður í lobby-ina. Greiddu frá at vit búðu á kamari og vit ætlaðu at spyrja um tað var gjørligt at bestilla roomservice – ein døgurðabita.

Hetta var ikki gjørligt, men vit kundu ringja og spyrja í køkinum. Køkurin var veittur aðrari fyritøku at røkja og tí fingu vit telefonnummari hjá hesari fyritøku.

Køkurin svaraði, men tey høvdu ikki hug at bera døgurðabitan uppá kamari. Men vit kundu sjálvi avheinta – so var eingin trupuleiki. Hetta samtyktu vit so.

Men tá vit spurdu um matarseðil, gjørdi unga dáman okkum greitt at tey ikki longur tóku bíleggingar gjøgnum telefon. Køkurin hevði ringar royndir av hesum var sagt.

Men vit kundu bestilla gjøgnum heimasíðuna hjá køkinum og tað var ein sera smart, nýggj og brúkara vinarlig skipan, greiddi fryntliga dáman frá úr køkinum.

Meðan hon greiddi frá í horninum noyddust vit so við egnari teldu, sitandi tríggjar hæddir omanfyri køkin, at fara inn á heimasíðuna hjá køkinum og melda okkum sum limir. Uppgeva navn, bústað, fartelefon og teldupost – og so var klárt at seta flugubein til tað sum vit skuldu hava at drekka og eta.

Tá hetta var gjørt váttaði køkurin sum framvegis var í telefonini, at nú var ein teldupostur komin við ordra frá okkum á kamaranum. Smart – smart??

So var at fara niður í kjallaran har døgurin var handaður okkum yvir diskin í tveimum grill posum og so upp á kamari at eta.

Vit høvdu eitt hugnaligt vikuskifti, men okkara niðurstøða er at tað er heldur langt frá gestum til køk tá ein noyðist at samskifta gjøgnum alnótina.

Nú eru vit av gamla slagnum og tað gav at bíta tá vit ætlaðu at rinda við kontantum pengum tá vit útskrivaðu okkum av hotellinum.

Hava tit einki kort? Var spurt og ungi tænarin visti ikki hvat hann skuldi gera við pengaseðlarnar, ringdi óført við fartelefonini. Tí betur kom ein eldri dáma til hjálpar, smíltist og legði pengarnar í eina skuffu, segði takk fyri og vit somuleiðis.

Hotel Tórshavn er eitt sera gott hotell at búgva í og liggur mitt í Havnini. Útsýni og serliga tey dýraru rúmini eru framúr góð at búgv í og tí hava vit eisini vitjað á hvørjum árið – men hesuferð var í so langt niður til køkin, siga hjúnini sum vitjað á redaktiónini í dag.

Tey anbefallaðu øllum ein shopping túr til Havnar og eisini at búgva á Hotel Tórshavn – sjálvt um tú helst skalt hava teldu og 3G við tær.

Harleyfacadeacryl