Tað hevur verið so nóg óskil við byggingini í Klaksvík, at leiðslan fyri Teknisku umsitingini í Kl. Kommunu átti at fingu sekkin, man má spyrja hvar eftirlitið er?
Í mínum føri, er tað byggingin á Borðoyavík, har reint út sagt einki skil er á. Har teir ferð aftaná ferð hava brotið seg inn á annanmans ogn. Eisini hava teir selt eitt stykki, sum teir ikki høvdu lov at selja, tí stykkið var ov lítið at byggja á. Nú er bygningur komin á, men enn er byggisamtyktin ikki góðkend í landstýrinum. Aftaná hava teir søkt um broyting í byggisamtyktini. Vit kunnu eisini taka Kioskina/Grillina við fótbóltsvøllin, hana høvdu vit hug at selja til teknistovu, men keyparin fekk noktandi svar frá Kommununi, tí tað var ikki loyvt at tekna á økinum, bert eitt ár aftaná, fær ein Sparikassi loyvi at opna deild á sama øki, ein má spyrja um logikkin. Gomlu kioskina brúktu teir at húsa einum heimleysum í fleiri mánaðar, uttan loyvi frá, mær sum eigara og uttanfyri allar landsins lógir, har hetta ólukkudýrið bæði mátti sova, eta og gera síni privatørindir. Ætlanin var at hendan býarmyndin skuldi latast til dagpleygubørnini ella barnagarðin, har tey kundi spæla sær í, men endin var at hon bleiv koyrd á buckvald, tí hon var púra oyðiløgd. Vit hava ikki fingið eina króni frá Kommununi, fyri at teir brúktu kioskina til húsarhald og síðan tveittu hana burtur. Privat hava teir gjørt ein stóran múr niðanfyri húsini hjá mær, inni á stykkinum hjá mær og eisini uttan loyvi. Bara hesi málini eru viðvíkjandi mær sum persóni, men hevði tað verið onkur annar, so hevði viðkomandi leiðsla í Teknisku umsiting langt síðani fingið sekkin.
Símun á Høvdanum




