Hóskvøldið 2. mai verður vælumtókta tiltakið Open by Night í SMS. Tá hava allir handlarnir opið til kl. 22 við nógvum góðum tilboðum og eisini verður ymiskt á Torginum.
Hósdagurin byrjar sum vanligt í SMS, men kl.19 letur SMS upp aftur við nógvum góðum tilboðum og spennandi tiltøkum.
Á Torginum verður gjørligt at forkela góman við ókeypis smakkiroyndum. Eitt nú verður bobblute at fáa frá Baresso. Bobblute er eitt frískligt fruktte við smáum kúlum í við smakki. Hetta er eitt sera væl umtókt te uttanlands, og nú verður tað eisini at fáa í Baresso í SMS. Afturat tí verður nýggjur føroyskur ísur frá ÍS at fáa.
Tað verður eisini nakað til oyruni hetta kvøldið, tá Páll Finnur Páll fer á pallin á Torginum kl.20, har teir fara at framføra fleiri av teirra kendastu løgum.
SMS letur aftur kl. 22.




