Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Openberingin við Lone Hertz

Tekst og myndir: Dávur Winther

Í gjárkvøldið varð boðið til upplestur í Christianskirkjuni, sum var stúgvandi full av fólki úr øllum landinum. Lone Hertz las upp úr Openberingini.

Í gjárkvøldið varð boðið til upplestur í Christianskirkjuni, sum var stúgvandi full av fólki úr øllum landinum. Lone Hertz las upp úr Openberingini.

Lone, sum er ein royndur sjónleikari, skrivar um Openberingina, at hon er ein vill og blóðug søga, sum ávarar móti óndskapi mótvegis góðsku. Ein frásøgn um vald og máttloysi. Um fall og bjarging – ein súrgaður, poetiskur monologur um “hin nýggja himmalin og nýggju jørðina”. Um vónina og gleðina fyri okkum øll.

Nakað, sum má vera ørkymblandi viðkomandi fyri einhvønn heimsborgara, sum hon tekur til.

Hetta var ein torskildur og drúgvur lestur uppá hálvanannan tíma, men hugtakandi framført av einum dugnaligum sjónleikara, sum megnaði at fáa fullsettur kirkjuna at sita og lurta við andakt. Væl framført av eini royndari damu í 70-unum.

Aftaná varð enn einferð boðið niður í kirkjukjallaran at síggja listaverkini hjá Edward Fuglø, Jesus úr Naraset. Og enn einaferð vóru fólk málleys av undran yvir hetta meistaraverk hansara, sum við vissu kemur at bera Christianskirkjuni og Edwardi nógvan sóma.