Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Opera á fyrsta sinni í Spinnarínum

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Tað var danski operaleikbólkurin, HjerteLyd, sum framførdi eina barnaoperu fyri pinkubørnum í morgun á Spinnarínum í Klaksvík.

HjerteLyd er ein opera fyri smábørn í aldrinum 0-2.5 ár og foreldur teirra. Børnini verða lokkað inn í eitt landslag við litum og klangum, har ljóðini og rørslurnar hjá børnunum verða partur av framførsluni.

Talan var um børn frá Barnahúsinum Margit, Mylnuhúsinum og Dr. Margrethu Barnagarði, sum møttu til hesa serligu operuna. Eitt lið á 25 børn kl. 10 og hitt kl. 11.45.

Spinnaríið var myrkalagt, eitt stórt hvítt teppi við ymsum spælilutum, og síðani spennandi og ymisk ljósseting inni. Børnini sótu í einum rundingi rundan um lítla pallin, har børnini kunnu grulva inn og spæla við tónleikararnar, sjónleikararnar, leikgripir og tilhoyr.

Og børnini vóru øll rættiliga hugtikin, tí har vóru so nógv sansaárin, hópin av ymiskum ljóði, ljósi, sangi, dansi og rørslum. Flestu teirra sótu rættiliga still og undraðust, tann hálva tíman framførslan vardi. Tó vóru sjálvandi onkur, sum tíbetur vildu sleppa at spæla ella dansa við, og tað var eisini eitt av endamálinum við operuni.

Her vóru ongar málsligar forðingar, hóast sungið var á bæði donskum og enskum. Tað var heildaupplivingin, sum hugtók tey, og hevur hon helst verið nakað serligt fyri børnini, sum vístu stóran áhuga.

Operan, HjerteLyd var eitt frálíkt høvi at geva teimum minstu eina tónleikaliga og sansaliga uppliving. Eina listarliga ferð inn í tónleikans land fyri tey heilt smáu oyruni.

Hjerte Lyd skal tilsamans hava 10 framførslur á Føroyaferðini, sum endar komandi sunnudag. Tey framføra í Klaksvík, Gøtu og so í Suðuroy.

Ein av leikarunum, Kristina Thede Johansen, sum er sera dugnalig á Saxofon, er úr Hoyvík og snakkar ræðið føroyskt, sum undraði børini, tín hini snakkaðu bara danskt.

Tey, sum leika við, eru:

Johanne Thisted Højlund – mezzosopran

Leif Jone Ølberg – baryton

Kristina Thede Johansen – tenorsaxofon

Johanne Andersson – cello

Lone Boes – framførsluleiðari

Morten Chemnitz Kirches-Lindegaard – teknikkari

 

Jú, okkurt hevði gamli Kjølbro sagt – Opera inni á spinnarínum!?