Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Opið aftur til Kunoyar ídag kl. 13

Oliver Joensen

Men bert fyri tey, ið hava øðrindi til Kunoyar ella úr Kunoy til Klaksvíkar. Maskinurnar fara framhaldandi at arbeiða á vegnum, so tað ræður um at vera ansin.

Ernst Vágsgarð frá LV, segði ímorgun tá vit vóru á Kunoyarvegnum, at tað hevur gingið sera væl við uppruddingararbeiðinum. Hetta er tó stórt arbeiði og sera nógv av skriðjuni liggur omanfyri vegin.



Har størsta lopið er, roknaði Finnleif Djurhuus, frá LV, ið var komin á staðið ímorgun, at talan var um eini 40,000 til 50.000 tons av kava og skriðju, sum lá omanfyri vegin í tí eina lopinum.



Tað, sum liggur niðanfyri vegin lata vit liggja, so tað kann vera við til at steðga skriðjuni, um hon skuldi lopið aftur um blot kemur í.



Sigast má, at tað er ikki vandaleyst at koyra til Kunoyar, men LV heldur tó, at tað er ráðiligt at lata bilar, sum hava fyri neyðini at koyra eftir vegnum, at fara ígjøgnum við eftirlitið. So heitt verður á óviðkomandi ferðslu um ikki at fara á Kunoyarvegin.