Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Opið bræv til býráðið

Høgni Klakkstein

Brævið bleiv sent til Borgarstjóran, fíggjarleiðarin, mentanarleiðarin og allir býráðslimir seint í gjárkvøldið.

Kunning í samband við nýggju støðuna hjá Atlantis

Nú tá Kl. Kommuna enn einaferð hevur avgjørt at skerja játtanina til Atlantis, so vil undirritaði kunna tykkum um, at avleiðingarnar av hesi avgerð verða lemjandi fyri Atlantis. Tað er bara ein spurningur um dagar, ella í besta føri vikur, til Atlantis noyðist at snara lykilin um.
Sjálvandi vænti eg, at tit hava sett tykkum væl og virðiliga inn í fíggjarligu viðurskiftini hjá Atlantis og harvið eru vælvitandi um avleiðingarnar av tykkara raðfesting, men um onkur veruliga helt, at hetta ikki fór at ávirka stovnin stórvegis, so skal eg hervið kunna tykkum um, at tað fer tað.

Eg kann gita mær til, at tit hava roynt at hugt eftir roknskapinum hjá Atlantis og har sæð, at Atlantis árliga hevur gjørt fleiri ábøtur á húsið, sum allar eru fíggjaðar yvir raksturin. Harvið eru tit komin til niðurstøðuna, at har eru pengar at spara. Men her skal eg gera tykkum varug við, at tað er altso ikki alt, sum er so sjónligt í roknskapinum.

Tá undirritaði byrjaði sum leiðari í Atlantis, vóru, umframt undirritaða, 4 starvsfólk knýtt at húsinum: Ein vaskikona, ein í atgongumerkjasøluni, ein í kioskini og ein operatørur. Húsið var eisini í sera vánaligum standi og trongdi til nógvar ábøtur.

Rakstrarinntøkurnar og árliga játtanin frá Kl. Kommunu rukku als ikki til allar útreiðslurnar.

Í dag eru, umframt undirritaða, 1½ fólk knýtt at húsinum og rættiliga nógvar ábøtur eru gjørdar á húsið. Hesar ábøtur eru fíggjaðar yvir raksturin, men tað er altso ikki tí at tann árliga játtanin frá Kl. Kommunu hevur verið ovurhonds stór, sum hevur gjørt at hesar ábøtur vóru møguligar.

Síðan miðskeiðis í 2005 hevur undirritaði sjálvur vaskað og harvið spart Atlantis fyri uml. kr. 59.000,- í lønum árliga. Og síðan miðskeiðis í 2006 hevur undirritaði eisini víst uml. 80% av filmunum og harvið spart Atlantis fyri uml. kr. 120.000,- í lønum árliga. Samanlagt hevur hetta, síðan miðskeiðis í 2006, verið ein árlig sparing uppá uml. kr. 179.000,- í lønum.
Ein partur av hesari sparing er farin til ymiskar ábøtur á húsið. Restin er farið beint í raksturin.

Vaskingin var sett til 2 tímar fyri hvønn dag, tá filmar/tiltøk vóru í húsinum. Operatørurin fekk 3 tímar fyri hvørja filmssýning. Samanlagt í meðal uml. 39,5 tímar um vikuna.

Umframt leiðarastarvið, hevur undirritaði hesi seinastu árini, verið noyddur at átaka sær allar hesar tímarnar, umframt hetta hevur undirritaði eisini sjálvur staðið fyri meginpartinum av øllum ábótunum – uttan nakrantíð at hava skrivað sær sjálvum eina krónu útyvir leiðaralønina – hóast mangar vikur hava kravt omanfyri 100 tímar arbeiði.

Í desember 2008 avgerð Kl. Kommuna at lækka játtanina til Atlantis við kr. 50.000,-.

Hevði kommunan so veruliga spart hendan peningin, so hevði tað verið tað, sum tað er, men í staðin velur kommunan at flyta kr. 50.000,- frá einum frammanundan hart kroystum Atlantis til Kunningarstovuna. Sostatt er hetta ikki nøkur sparing fyri kommununa – her er heldur talan um kommunala raðfesting.

Hendan kommunala raðfesting kroysti undirritaða til annaðhvørt at lata aftur, ella at gera ymiskar íløgur í at royna at økja um søluna og minka um útreiðslurnar.

Undirritaði valdi tað seinnu loysnina.

Ein menning av kioskini hevði við sær, at kioskin higartil vísur seg at hava eina meirsølu uppá kr. 10,- fyri hvønn vitjandi. Tá Atlantis árliga hevur uml. 10.000 vitjandi, kann væntast at sølan í kioskini árliga økist við umleið kr. 100.000,- (brutto), ella kr. 20.000,- til kr. 25.000,- (netto).

Eisini valdi undirritaði at gera avtalu um atgongumerkjasølu á Shell-støðini í Gøtudali. Við vón um at hetta fór at lokka enn fleiri fólk úr Eysturoynni hendan vegin í biograf og til tiltøk. Um hendan exponeringin bert økti talið av vitjandi við 2 prosentum, so hevði hetta verið ein góð íløga.

Men her skuldi meira til, tískil mátti undirritaði eisini gera enn eina íløgu í at flyta atgongumerkjasøluna niðan í kioskina. Harvið kundi starvsfólkið í atgongumerkjasøluni sigast úr starvi. Ein árlig lønarsparing uppá uml. kr.100.000,-.

Hesar broytingar/umbyggingar kostaðu Atlantis uml. kr. 70.000,- .

Atlantis hevði ikki kr. 70.000,- liggjandi, tvørturímóti hevði Atlantis eina rímiliga stóra leysaskuld við ársbyrjan í ár. Tískil gjørdi undirritaði fylgjandi avtalu við fíggjarleiðaran hjá Kl. Kommunu: Atlantis, sum fær árligu játtanina flutta á kontu mánaðarliga, fekk upphæddina fyri mánaðirnar november og desember í ár sum forskot – fyri síðani einki at fáa í november og desember í ár.
Sostatt vónaði undirritaði, at effektin av áðurnevndu framtíðar meirsølu og lønarsparingum fór at koma til sín rætt, soleiðis at Atlantis fór at klára at leggja pening til síðis teir komandi 9 mánaðirnar og harvið klára at svara hvørjum sítt í november og desember.
Men longu í februar velur fíggjarleiðarin at trekkja í land aftur. Hann sigur seg ikki tora at geva okkum eitt so langt forskot, tískil fekk Atlantis ongan pening frá kommununi longu í mars mánað. Og síðani hava vit heldur einki fingið fyri mai mánað. Sostatt sær fíggjarstøðan hjá Atlantis ikki gott út í løtuni og harvið hevur Atlantis í dag eina stóra leysaskuld.
Snøgt sagt, so standa 108.000,- minni á konto í dag, enn tað, sum undirritaði hevði væntað.

Og sum stein omaná byrðu velur samgongan enn einaferð at skerja játtanina til Atlantis, enntá í inniverandi ári, við kr. 100.000,-. Harvið er grundarlagið fyri framhaldandi virksemi í Atlantis fullkomiliga rokið.

Fíggjarligt status:

Kontan hjá Atlantis stendur í dag á minus kr.10.000,-.

Atlantis hevur móttikið aðru áminning uppá trygging góðar 10.000,-
Atlantis skyldar góðar kr. 16.000,- í mvg, sum skuldi verið goldið 11. mai.
Atlantis skyldar uml. kr. 37.000,- í filmsleigu, tískil er tað bert ein spurningur um dagar, áðrenn FMMB noktar okkum fleiri filmar.
Vegna áðurnevndu umbygging, rakstrar útreiðslur: Olja, el og annað, umframt vøruinnkeyp til kioskina, hevur Atlantis eina leysaskuld uppá góðar kr. 85.000,-.

Atlantis eftirheldur í løtuni góðar kr. 36.000,- til Norðhús. Hetta er fyri írestandi arbeiði í smb. við skiftan av tekjuni. Tá hetta arbeiði verður gjørt liðugt, fellur hendan rokningin eisini til gjaldingar.

Í 2005 sendi Atlantis út hópin av umsóknum um stuðul til keyp av ljóð og ljós-anlegg til Atlantis. Harímillum Mentamálaráðið, sum játtaði og flutti ein triðing av upphæddini av táverandi tilboði – Atlantis fekk kr. 75.000,- frá Mentamálaráðnum. Men av tí at ongin annar vildi stuðla, bleiv útgerðin ongantíð keypt. Síðani er peningurin frá mentamálaráðnum spakuliga dottin í tunga raksturin hjá Atlantis. Sostatt kann væntast, at mentamálaráðið fer at krevja hesa upphædd afturgoldna.

Um Atlantis letur aftur nú:

Um Atlantis gevst at vísa filmar nú, so verður Atlantis kravt eftir uml. kr. 80.000,- í mistum lýsingum frá ymiskum fyritøkum, sum Atlantis hevur gjørt sáttmála við viðv. lýsingum undan filmssýningum.

Um Atlantis stongir nú og vit taka alt hetta við, sum er viðmerkt omanfyri, so gerst samlaða skuldin uml. kr. 350.000,-.

Rakstur komandi dagarnar:

Komandi mánaðarskifti, ella um slakar 20 dagar, skal lánsgjaldið (kr. 22.000,-) og leiðaralønin (kr. 22.712,-) – (samanlagt kr. 42,712,-) gjaldast. Av tí at Kl. Kommuna valdi at skerja játtanina við 100.000,- í inniverandi ári, fær Atlantis heldur ongan stuðul frá kommununi komandi mánaðarskifti.

Men frá 20. mai til og við 26. mai sýna vit tveir vældámdar filmar, sum vit rokna við/vóna koma at geva uml. kr. 40.000,- (brutto). Hetta hjálpir nakað, men hetta er als ikki nóg mikið.

Óivað er fíggjarliga støðan í kommunukassanum ikki góð, men eg meti tað kortini vera viðkomandi at vita hvussu kommunan ætlar, at Atlantis skal koma víðari viðv. akuttu fíggjarligu trupulleikunum?

Vh,
Høgni Klakkstein.