Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Opið bræv til landstýrismannin í vinnumálum og leiðsluna fyri báðar undirsjóartunnlarnar: Norðoya Sambandsfelag mótmælir ætlaða príspolitikkinum í Norðoyatunnlinum

John William Joensen

Í samband við at stjórin í Norðoytunnlinum í fjølmiðlunum boðar frá at tað verður dýrari at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin enn tað í løtuni kostar at koyra ígjøgnum Vágatunnilin, skulu vit gera vart við at hetta kunnu vit als ikki góðtaka.

Grundgevingarnar hjá leiðsluni um at Norðoyatunnilin er longri og nýggjari  og at tað tí skal vera dýrari, eru heilt burtur við.
Ferðslan í norðoytunnlinum verður helst minst tað dupulta av ferðsluni í vágatunnlinum og hinvegin kann roknast við at munandi meiri av tungar ferðslu sum hevur tilknýti til vinnu á landi og sjónum verður í Norðoyatunlinum og tí verða inntøkurnar frá norðoyatunnlinum helst størri enn tær í vágatunnlinum.
 
Norðoya Sambandsfelag hevur áður boðað frá at felagið metur tað vera óheppið at nevndirnar fyri PF. Vágatunnilin og PF Norðoyatunnilin ikki eru mannaðar við nevndarlimum úr vágunum og Norðoyggjum, og er eingin ivi um at hetta eisini avspeglast í fráboðaða príspolitikkinum.

Áheitan á Landsstýrismannin
Vit fara tí enn einaferð at heita á landsstýrismannin í vinnumálum um at gera lokalu umboðanina í nevndunum fyri undirsjóartunnlarnar sterkari, tí arbeiði í hesum báðum nevndunum  hevur avgerandi týdning fyri menningina av ávíkavist norðoyggjum og Vágoynni.
 

Vegna Norðoya Sambandsfelag


John William Joensen, formaður

Harleyfacadeacryl