Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Opið hús á Kambsdali mikukvøldið

Tíðindaskriv

Ætlar tú tær á miðnám í summar, so er tað mikukvøldið, tú skalt fara á Kambsdal. Har fært tú kunning um allar møguleikarnar og svar uppá allar spurningarnar.

Klokkan 18 lata vit dyrnar upp á víðan vegg.

Á Kambsdali eru sjey ymiskar miðnámsbreytir. Búskapar-, fyrireikingar- hug-, náttúru- og serbreyt og FHS yrkisnám umframt nýggi norðuratlantiski studentaflokkurin, sum ferðast millu  fýra lond uppá trý ár. Kunnað verður sjálvandi eisini um musikkskúlamiðnám, ítróttarmiðnám, ungt virki, FabLab, skúlakór o.a. sum eyðkennir skúlan á Kambsdali.

Høvið verður at hitta næmingar, lærarar, lestrarvegleiðarar og orðblindalærarar.

Frá 18 til 19 og frá 20 til 21 verður møguleiki at vitja básar, sum kunna um ymisku breytirnar, lærugreinarnar og tilboðini á skúlanum. Tá eru sjálvandi øll serhøli skúlans eisini opin. Millum 19 og 20 verður felagstiltak í Auluni við samrøðum og tónleiki.

 

Skráin fyri kvøldið:

Kl. 18:00 Dyrnar og kunningarbásar lata upp

Kl. 19:00 – 20:00 Felagstiltak í Auluni við samrøðum og tónleiki

Kl. 20:00 – 21:00 Kunningarbásar hava opið

 

Niðanfyri er ein samandráttur frá opið hús tiltakinum í fjør.

https://www.youtube.com/watch?time_continue=6&v=ct1D3nFkBRU”