Sum afturvendandi tiltak á Torradøgunum er OPIÐ HÚS á Tekniska Skúla í Klaksvík leygardagin. Opið er frá kl. 10 til kl. 14. Øll, sum vilja forvitnast um umstøður og útbúgvingar á skúlanum, eru vælkomin. Høvi er at vitja Gymnasialu Tøknibreytina, Metal-, Timbur- og El-deildina. Næmingarnir á Matvøruútbúgvingini gera eina buffé og møguleiki er fyri at keypa sær atgongumerki til Kantinuna, har maturin kann roynast frá kl. 11.30 til 13.00.
Á verkstøðum og royndarstovum kunnu vitjandi alt eftir áhuga síggja ymiskt spennandi, sum næmingar takast við og fáa nærri frágreiðing um útbúgvingarnar.




