Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Opið hús fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívinum

John William Joensen

Bólkurin fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi, fer nú aftur at hittast til prát og hugnaliga samveru.

Endamálið við bólkinum, er at hava eina hugnaliga løtu saman. Og at hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.

Við á fundinum verður Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur.
Hon fer at tosa um, hvørji sálarlig árin tað hevur at fáa staðfest álvarsliga sjúku, og um hvussu ein víðari í lívinum kann nýta og venda hesum til nakað jaligt.

Opið hús verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn, týskvøldið 20. oktobur 2009 kl. 18.00