Klaksvíkar Kommuna hevur latið upp eina serstovu í Barnahúsinum Margit, sum eitur Perlan. Í hesum sambandi hava vit opið hús og bjóða øllum at vera vælkomin til eina móttøku í Perluni fríggjadagin 6. desember 2013 kl. 1600
Klaksvíkar Kommuna hevur latið upp eina serstovu í Barnahúsinum Margit, sum eitur Perlan.
Í hesum sambandi hava vit opið hús og bjóða øllum at vera vælkomin til eina móttøku í Perluni fríggjadagin 6. desember 2013 kl. 1600
Á skránni:
Ann Mari Kjølbro, leiðari, bjóðar vælkomin
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, heldur røðu
Børn í Barnahúsinum Margit og Fjallafípuni syngja 2 sangir
Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn & Ung, heldur røðu
Vit bjóða kaffi og okkurt gott afturvið
Hjartaliga vælkomin øll somul
Barnahúsið Margit




