Samkoman Betesda í Klaksvík hevur hvørt leygarkvøld eitt tiltak, sum kallast Opið Hús. Hetta tiltakið er fyri ung frá 7. flokki og eldri.
Samkoman Betesda í Klaksvík hevur hvørt leygarkvøld eitt tiltak, sum kallast Opið Hús. Hetta tiltakið er fyri ung frá 7. flokki og eldri. Byrjað verður í kjallaranum í Betesda kl. 21:00. Frá kl. 21:00 til 23:00 er drekkamuður at fáa, og spøl og lesnaður eru eisini á skránni. Klokkan 23:00 er ein lovsongsløta og ein andakt.
Øll eru vælkomin!
Tey ungu í Betesda.




