Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

OPIÐ HÚS leygardagin, 9. mars, kl.10 – 14 í Tekniska Skúla í Klaksvík

John William Joensen

Tunnilsdagin spennir Tekniski Skúlin í Klaksvík seg út við árliga tiltakinum, \”OPIÐ HÚS\”. Frá kl. 10 leygarmorgunin til kl.14.

Tunnilsdagin spennir Tekniski Skúlin í Klaksvík seg út við árliga tiltakinum, “OPIÐ HÚS”. Frá kl. 10 leygarmorgunin til kl.14.

Høvi er hjá komandi næmingum og foreldrum, at kunna seg um útbúgvingarnar á skúlanum.

Kl. 11.20, kl.12.20 og kl.13.20 kunna lestrarvegleiðararnir um nýggju útbúgvingarskipanina í Miðlasavninum og høvi er at hitta lestrarvegleiðarar og lærarar.

Á HT-deildini verður møguligt at síggja royndarvirksemi innan alis-, evna- og lívfrøði og el- og matvørutøkni. Næmingar, sum luttaka í kappingini Ungt Virki, vísa og greiða frá sínum verkætlanum og kl.11.00, 12.00 og kl.13 hava tónleikanæmingar sínar framførslur.

Á EL-, Maskin- og Timburdeildini arbeiða lærlingar og SIT-næmingar við handaligum lutum og innleggingum sum t.d. el-stýringum, teldustýrdum maskinum og bygningskonstruktiónum.

Á miðdegi millum kl.12 og 13 bjóðar matvøruútbúgvingin til buffé í Kantinuni.

Kostnaður:: Næmingar og starvsfólk 50kr., gestir 70kr. og børn 30kr.