Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Opið stríð í Tjóðveldi

John William Joensen

Formaðurin í Tjóðveldi kunngerð í tíðindaskrivið í morgun, at hann leggur fólkatingsessin frá sær, sum hann annars er valdur í av Føroya Fólki. Grundgevingin fyri hesi avgerð er, at varamaður hansara á Fólkatingið ikki hevur møguleika at sleppa í farloyvi, so hann kann røkja baði løgtings- og fólkatingssessin.

Formaðurin í Tjóðveldi kunngerð í tíðindaskrivið í morgun, at hann leggur fólkatingsessin frá sær, sum hann annars er valdur í av Føroya Fólki. Grundgevingin fyri hesi avgerð er, at varamaður hansara á Fólkatingið ikki hevur møguleika at sleppa í farloyvi, so hann kann røkja baði løgtings- og fólkatingssessin.

At formaðurin í Tjóðveldi er undir hørðum trýsti er eingin ivi um. Tað kom illa við hjá flokksformanninum, at varamaður hansara á Fólkatingið, Magni Arge, undir viðgerini av uppskotinum um nýskipan av Fiskivinnuni, valdi at taka sæti í Løgtinginum, og harafturat kom beinleiðis inn í tíðandi sessin, sum nevndarlimur í løgtingsins Vinnunevnd.

Síðani hevur verið innanhýsis stríð í Tjóðveldi, sum upp undir fólkatingsvalið í 2015 samtykti, og brúkti sum vallyfti, at eitt tjóðveldisumboð ikki fór at at sita á bæði løgtingi og fólkatingi í senn.

Men nú er greitt at flokkurin var noyddur at rógva aftur á vallyfti, og fyri at Magni Arge kann hava møguleika at skifta ímillum tingsessin og fólkatingsessin, tá hann metur tað verða neyðugt, hevur Høgni Hoydal kastað handklæði í ringin og boðar nú frá at hann sigur sessin í Fólkatinginum endaliga frá sær.

Boðskapur flokksins til veljaran í 2015 var púra greiður. Tann sum bleiv valdir at umboða Tjóðveldi á fólkatingið fór at røkja hetta starvið burturav.

Nú hálvt annað ár seinri, er valdi fólkatings limurin oddafiskur í landsstýrinum, og við seinastu kúvendingini stendur varamanninum frítt at velja ímillum løgtingssessin og fólkatingssessin, tá varamaðurin finnur tað hóskandi.

Spilt í Tjóðveldi.

Hetta stríði í Tjóðveldi er áhugavert, ikki minst sæð í ljósinum av at Magni Arge, við at koma heim fyri kortum, sendi Ingolf S. Olsen, úr løgtinginum og Vinnunevndini, sum júst var farin undir at viðgera uppskotið um eina nýggja fiskivinnulóggávu. Uppskotið fall tá løgtingsformaðurin sendi tingið heim.

Magni Arge boðar samstundis frá, at hann tekur farloyvi úr Løgtinginum frá í dag at rokna, men spurningurin er hvussu leingi hann verður fráverandi, nú hann sjálvur kann taka avgerð um hvar hann situr.

Seinasta orðið er neyvan sagt í hesum málinum.