Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Opið undir Lorvíksfirði

Oliver Joensen

Jógvan við Keldu trýstið ikki á knøttin, men festið í fjúsið tá seinasta skotið í Norðoyatunlinum varð latið av.

Tað var ein ósigiliga spennandi løta, tá við saman við Svein og Jógvan við Keldu, koyrdu úr høllini hjá NCC við Borðoyarvík og út ímóti bátahylinum og inn í Norðoyatunnilin undir Horni, at spreingja seinasta strekkið av Norðoyatunnlinum..
Nógv varð skemtað í bilinum, har vit sótu saman við Sjónvarpinum, Dimmalætting, Sosialinum og Jógvani við Keldu. Millum annað varð nevnt, at tað ráddi um at renna skjótt útaftur, tí Jógvan hevði "so stutt fjús".
Vit koyrdu beina leið fram at beninum, har menn frá NCC stóðu klárir við fjúsinum og tendrara, alt var gjørt klárt frammanundan og vit fingu at vita, at umleið 400 kg av spreingievnið varð koyrt í boriholini og at vit skuldu vænta eitt ávíst lufttrýst.
Tað gekk væl hjá Jógvani at festa í. Vit høvdu frammanundan fingið at vita, at frá tí at fest varð í til skotið brast, gingu bert tríggir minuttir, so tað ráddi um at koma so skjótt aftur í bilin sum gjørligt. Men tað var ikki bara sum at siga tað, tí myndamenninir vildu hava myndir. Sjónvarpið hevði plaserað eitt myndatól inni í botninum, sum einsamalt skuldi avmyndað seinasta brestin. Myndamenninir treiskaðust so leingið teir tordu og sogar byrjaði Zacharis hjá sjónvarpinum at filma inn í bilin, góða løtu áðrenn hann settið seg, so tað var um at trýsta á speedaran útaftur. Vit vóru bert komnir stutta leið tá skotið brast, og trýstið var óført í bilinum, tá lufttrýstið frá skotinum nátti okkum.
Innafturkomnir sóu vit, at væl hevði gingist, og so stóran ómak høvdu teir hjá NCC gjørt sær, at lítið og onki var at fara afturumaftur við at tryggjað loftið, tað sá nærum út sum sløtt hella omanfyri.
Sigmar Bláberg nevndi í útvarpinum ídag, at klaksvíkingarnir, sum komnir vóru niðan til hátíðarhaldið fór nakkalangir aftur at húsum, og tað eru vit fullkomuliga samdir við honum í. P/F Norðoyatunnilin dugdi ómetaliga illa at taka ímóti almenninginum, ikki so frægt sum eitt hátalaraanlegg varð sett upp og hóast arbeitt hevði verið í fleiri dagar við at fáa stórskýggja uppsettan, so segðist hetta ikki bera til. Ikki so frægt sum ein hátalari boðaði frá tá seinasta skotið varð latið av, ein sera vánalig almen móttøka.