Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Opin neytagrøv og privatur dumpur við Fjósið innan fyri Eiði

Umhvørvisfelagsskapurin Ringrás

Stutt niðanfyri Fuglafjarðarvegin, miðskeið millum gamla Leirvíksvegin og Kambsdal, liggja ræini av vrakaðum tarvkálvum og øðrum deyðum neytum og rotna til stóra gleði fyri tær mongu rotturnar, sum hava sett búgv rundanum økið og í øðrum líknandi dumpum í nánd

Sambært lógini er tað ólógligt at tyrva djór úti í føroysku náttúruni uttan serstakt loyvi, ið einans verður latið, um tyrvingin verður framd eftir serstøkum treytum. Í hesum førinum kann ikki sigast, at nakrar tílíkar treytir eru fylgdar – sum myndirnar vísa hava bóndirnir virka heilt uttan samvitskubit ella atliti til landsins lógir, náttúru og fólk.

Umhvørvisstovan sigur Eysturkommunu hava ábyrgdina av eftirlitinum og umsiting av viðkomandi lóggávuni og hevur tískil beint málið víðari hagar. Óskipaða virksemið hjá Sp/f Fjósið á Viðareiði er at síggja til farið fram í eina tíð, men kommunan hevur ikki talað at, ið hvussu er ikki í effektivan mun. Bóndirnir viðmerkja, at “teir vistu ikki av, at tað er ólógligt at tyrva avlívað kríatúr í náttúruni.” Hvussu væl tað argumentið heldur, fáa vit at síggja. Teir hava tosað við IRF og fara beint at bata um støðuna, siga teir. Vit fylgja málið upp.