Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Opinleiki í politikkinum

Mortan Rasmussen

Opinleiki í politikkinum

Mikael Gorbatjov kravdi sum aðalskrivari í russiska kommunistaflokkinum “Glasnost”, ið merkir opinleiki. So stóra ávirkan hevði hetta eina orðið, at alt Sovjetsamveldið bleiv umskipað. Øll vóru ikki fyri hesum, minni enn so, og hart leikaði á, inntil viðurskiftini vóru komin har, sum tey eru nú.

Vit eru nú komin hartil, at neyðugt er at rópa hart sama orðið her í Føroyum.

Í hvussu so er vóru allir røðararnir á Vaglinum leygardagin samdir í hesum. Siðiligu røðurnar, ið hildnar vóru, vóru hvørki fyri ella ímóti tunlum, men tær høvdu allar ófrávíkiligt krav um opinleika og reiðiligheit í politikki, og áhoyraraskarin tók undir við hesum við lógvabrestum.

Samstundis sum fundurin var á Vaglinum høvdu lokalu áhugamálini fund í Eysturoynni, har endamálið eftir øllum at døma var í andstøðu til fundin á Vaglinum. Lokalpolitikarir vilja kroysta síni privatu áhugamál ígjøgnum politisku skipanina við avtalu, sum Føroya Løgting ikki sleppur at síggja, sjálvt um tað er hetta sama tingið, sum skal góðtaka avtaluna við lóg. Óskiljandi at tingformaðurin ikki vísir slíkum uppskoti frá sær.

Hvat er so meiningin við Føroya Løgtingi?

Í fororðunum til Jyske Lov frá 1241 stendur: “Var ej lov i lande, havde den mest, som kunne gribe mest; derfor skal lov gøres efter alle mænd, så at retvise mænd, spage og sagesløse, nyder deres fredsommelighed, og fule og uretvise mænd ræddes for, hvad der er skrevet i loven, og derfor ikke tør fuldkomme deres ondskab, som de have i hu”.

Ergo: lógir skulu vera líka fyri allar borgarar og undir ongum umstøðum veita nøkrum framíhjárætt. Endamálið við lógarsmíði er ikki minni aktuelt í dag enn fyri 800 árum síðani!

Mortan Rasmussen