Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Orð og tónar

tidindaskriv

Mentanartiltakið Orð og tónar, sum er samstarv millum Reinsaríið í Havn og Sprotan, verður aftur hóskvøldið 21. mai.

Mentanartiltakið Orð og tónar, sum er samstarv millum Reinsaríið í Havn og Sprotan, verður aftur hóskvøldið 21. mai.

Samrøða verður við Edward Fuglø um at gera kápumyndir við serligum atliti at umslagnum, hann hevur gjørt til næstu skaldsøguna, sum Sprotin gevur út: Hundrað ára einsemi eftir Gabriel García Márquez.

Hugleitt verður um Morgun og kvøld – bókina eftir Jon Fosse, sum kunnað varð um í apríl – um gloppið millum lív og deyða, tá ið sjálvt lívið loysist upp og fer inn í aðrar støddir.

Súsanna Tórgarð og aðrir sjónleikarar fara eisini at spæla eitt brot úr einum leiki.

Feðgarnir Martin og Sakaris Joensen standa fyri tónleikinum.

Skráin er henda:

20:00 Ígjøgnum kápuna inn í hundraðtúsund orð – ein samrøða við Edward Fuglø um kápumyndina til 100 ára einsemi

20:20 Martin og Sakaris Joensen

20:30 Morgun og kvøld – “Og” lykilin – Jonhard Mikkelsen

20:40 Morgun og kvøld – At týða Jon Fosse – Marna Jacobsen

20:55 Morgun og kvøld – Orð, lív, og orðloysi – Randi Kúrberg

21:10 Steðgur

21:20 Dario Fo og ævinleikin – Brot úr leiki – Súsanna Tórgarð og co.

21:40 Martin og Sakaris Joensen

Kaffi, vín og øl er til keyps at hava afturvið.

Til ber at ogna sær nakrar úrvaldar bøkur fyri serprís. Nýggja bókin, ið kunnað verður um og viðgjørd verður í juni, fæst fyri serprís, og týðarin signerar.

Orð og tónar er ókeypis tiltak, ið verður hildið eitt hóskvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20:00 til á leið 22:00. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan saman. Tað, ið eyðkennir tiltakið, er, at ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman, so sum bókmentir, leiklist og tónleikur.

Fleiri upplýsingar fáast hjá Poul F. Guttesen, poul@sprotin.fo ella á tel. 22 41 23.