Harley

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Orðaskifti á løgtingið um støðuna hjá føroyingum við Parkinson í heilsuverkinum

John William Joensen

Í gjár setti Bjørt Samuelsen, fram ófráboðan fyrispurning til Karsten Hansen landsstýrismann, um støðuna hjá fólkum við parkinson. Hetta var gjørt eftir at nevndin í Parkensonfelagnum hevði skrivað eitt alment bræv til landsstýrismannin.

Í gjár setti Bjørt Samuelsen, fram ófráboðan fyrispurning til Karsten Hansen landsstýrismann, um støðuna hjá fólkum við parkinson. Hetta var gjørt eftir at nevndin í Parkensonfelagnum hevði skrivað eitt alment bræv til landsstýrismannin.

Parkinson sjúklingar mugu bíðja í eitt til hálvt annað ár fyri at fáa viðgerð í Føroyum.

Tann 3. oktober 2014 skrivar Parkinsonfelagið bræv til Karsten Hansen, landsstýrismann í Heilsumálum. Í brævinum vísa tey á at tað als ikki er nøktandi at føroyingar við parkinson einans hava møguleika at sleppa til serlækna innan neurologi og Parkinson einans 4 ferðir um árið tí læknin er bert í Føroum 2 dagar hvørja ferð, fýra ferðir um árið. Felagið heitur á landstýrið um at seta í verk tiltøk sum tryggja at føroyingar við parkinson fáa neyðugu viðgerina. Føroyska felagið fyri fólk við Parkinson skrivar m.a. í brævinum til Karsten Hansen, at

……Í Føroyum eru umleið 100 fólk, sum hava fingið staðfest Parkinson. Millum hesi eru fólk, sum nýliga hava fingið staðfest sjúkuna og fólk, sum hava haft sjúkuna í nógv ár og eru nógv merkt av henni.

Vit fegnast almikið um tað stóra frambrotið tað var, at LS fekk umstøður til at gera avtalu við serlækna innan neurologi við sergrein innan Parkinson at koma til Føroya at hava konsultatiónir, og er hann her 4 ferðir um árið 2 dagar hvørja ferð. Hetta hevur rigga sera væl, og hava tey, sum hava verið til viðtalu hjá honum, verið væl nøgd.

…… Serfrøðin hevur staðfest, at fyri at hvør einstakur parkinsonsjúklingur skal vera í góðari og optimalari viðgerð, er neyðugt at koma til viðtalu hjá neurologi minst 2-3 ferð um árið.

Hetta er neyðugt fyri at tryggja at parkinsonsjúkkingarnir støðugt eru í rættari viðgerð og eru nøktandi kunnaðir. Eru teir tað, hava teir tað nógv betri og klára seg nógv betri, og eru harvið longri aktiv á arbeiðsmarknaðinum, eru sjálvhjálpnari og klára seg betri og longri í egnum heimi uttan hjálp og klára seg betri í samfelagnum sum heild – fyri ikki at tala um lívsdygdina.

……. Tað er, sum við øðrum kanningum, kommunulæknin, sum ávísur fólki til kanningar fyri Parkinsonsjúku.

Sum nú er, er bíðitíðin til hesar kanningar heili 1 til 1½ ár.

Hesi fólkini hava tá ofta gingið til lækna í eina tíð og hava verið til fleiri kanningar, áðrenn kommunulæknin ávísir til neurolog. Hesu fólkini eru tá ofta vorðin sera illa fyri likamliga og mótleys – ikki minst, tá tey so omaná tað heila fáa staðfest Parkinson. Tað hevði eyðvitað veri ynskiligt at bíðitíðin í staðin var frá nøkrum vikum til fáar mánaðir – so hesi verða loftaði meðan tey enn eru nøkunlunda fyri og betri megna at takla støðuna og móttaka kunning um, hvat sjúkna er og ger, eins tey eru meiri fús at gera tær tilmæltu venjingarnar.

Sum nú er, eru tey snøgt sagt ‘útbrend’ tá tey koma har til.

Tí má tímatalið hjá serlæknanum í Parkinson økjast so verandi Parkinsonsjúklingar fáa tann viðtalutíttleika, ið serfrøðin mælir til og tey, ið kommunulæknarnir ávísa til hesar kanningar, kunnu fáa møguleika fyri skjótari sjúkustaðfesting við tilhoyrandi viðgerð og kunning.


Ófráboðaður fyrispurningur í tinginum mikudagin

Bjørt Samuelsen spurgdi nær Karsten Hansen kann koma við einari greiðari ætlan fyri, hvussu bíði tíðirnar til serlækna í neurologi og parkinson, kunnu styttast. Um útlitini fyri føstum serlækna, og, hvat hann ætlar at gera fyri at geva parkinsonsjúklingum møguleikar fyri nøktandi viðgerð – tað vil siga, at sleppa til serfrøðing oftari enn ta einu ferðina árliga, so heilivágur og viðgerð annars kann gerast so optimal, sum til ber.

Bjørt Samuelsen grundgav við tí, sum umboð fyri parkinsonfelagið hava ført fram – at neyðugt er við viðgerðar-garanti soleiðis at bíðjitíðirnar verða styttar og at rætta viðgerðin verður veitt, sum er púra avgerandi fyri í hvønn mun fólk við parkinson megna gerandisdagin.