Hóast løgtingið hevði eitt drúgt orðaskifti um public service-sáttmálan millum Mentamálaráðið og Kringvarpið, so broytti tað næstan einki í sáttmálanum. Í dag varð sáttmálin undirskrivaður.
Hóast løgtingið hevði eitt drúgt orðaskifti um public service-sáttmálan millum Mentamálaráðið og Kringvarpið, so broytti tað næstan einki í sáttmálanum. Í dag varð sáttmálin undirskrivaður.
Sambært Kringvarpslógini skal landsstýriskvinnan tryggja sær, at Løgtingið hevur havt høvi at umrøða ætlaða innihaldið í public service-sáttmálanum, áðrenn hann verður undirskrivaðu, og tí var aðalorðaskifti í Løgtinginum tann 8. desember. Men nú sáttmálin er undirskrivaður er hann næstan einki broyttur, síðani hann varð lagdur fyri tingið til aðalorðaskifti.
Løgtingið viðgjørdi sáttmálan í nógvar tímar, og nógv uppskot vórðu havd frammi um, hvat átti at verið øðrvísi við sáttmálanum, men felags fyri tey flestu uppskotini var, at tey vórðu ikki fylgd.
Tað einasta sum er broytt í sáttmálanum eru nakrar fáar reglur undir punkti 5, sum hevur við tænastur ið hava við fólk ið bera brek at gera.




