Tað hevur so mangan verið prógva og seinasta skotið á stammuni er helst Eli Frederiksberg, ið fyri fáum døgum síðani megnaði at ogna sær skiparaprógv sjálvt um hann er orðblindur.
Tá Eli byrjaði at lesa á sjónámi, var skjótt greitt at hann hevði trupulleikar við lesingini, tí setti skúlin seg í samband við Káru Heinesen, ið er orðblindalærari og hevur eina master úrbúgving í lærutilgongd frá Århus Universitet.
Hóast fólk sum Eli eru gávurík, so forðar orðblindni fyri menningini og tað er her at Kára Heinesen, sum hjásitari hjá Eli Frederiksberg hevur brúkt FIE skráirnar at menna hugsanina og tað at læra. Tað er Revuven Feuerstein, hin rumenski-ísraelski ko0gnitivi sálarfrøðingurin, ið hevur ment Feuerstein Instrumental enrichment, stytt til FIE, sum er ein skipað skrá um at læra børn, ung og vaksin at gerast betri til at loysa trupulleikar og at gerast virknir hugsarar.
FIE-menningarskráirnar veða nýttar kring allan heim og hava síðani 2013 eisini verið nýttar í Føroyum av Káru Heinesen, sum er fyrsti føroyingur at undirvísa næmingum, og annar í norðurlondum við loyvisbrøvi, ið kann undirvísa lærarum á miðnámi og í fólkaskúla, sálarfrøðingum, námsfrøðingum og foreldrum at børnum og ungum við serligum avbjóðingum.
FIE skráirnar eru eitt gott amboð hjá einum lærara ella terapeuti at hjálpa fólkum við lærutrupulleikum
Tað fingu vit prógv um hendan dagin á Sjónami, tá Eli Frederiksberg fekk handað prógv sítt.
Kara Heinesen hevur eina heimasíðu, har meira væst at vita um orðblindni og frálæru. Les meira á ord@fo




