Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ørgrynna av fiski eystanfyri

Oliver Joensen

 Tað sigur Søren Petersen av Viðareiði, ið er við Fiskakletti, ið avreiðir um 60.000 pund í dag til NFCS í Klaksvík eftir at hava fiska eystanfyri í eina viku.

Hetta er ein góður túrur hjá okkum, og tað munnu vera eini 10-15 ár síðani at vit hava sæð so nógv til fisk eystanfyri. Høvdu vit sloppi at fiska sum vit vildu, so hevði tað verið øgiligt. Men orsakað av hjáveiðu, mugu vit flyta undan toski og hýsu alla tíðina. Ikki tí, tað er eisini nógv meira av reypsprøku tungu og øðrum botnfiski.

Tað er ógvuliga nógv at síggja á logginum. Líkamikið hvar vit eru, so er skrift allastaðni, so her er sera hugaligt at royna og tað sær ógvuliga positivt út. Tað einasta vit stúra fyri er eftir nýggjár um kvoturnar verða settar, tá síggja vit vanda í at vit ikki fara at sleppa at fiska, tí sum tað sær út í dag, so fáa vit helst bert kvotu til einar tveir túrar, sigur Søren Petersen at enda.