Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ØRINDADRONGUR BREIÐIR BOÐSKAPIN

Edmund Joensen

\”Onkur\” hevur sent John William Joensen í býin við boðskapi um, at nú skal RÍKJA-felagsskapurin setast á stovn, í tráð við \”dreymarøðuna\” á ólavsøku í fjør

“Onkur” hevur sent John William Joensen í býin við boðskapi um, at nú skal RÍKJA-felagsskapurin setast á stovn, í tráð við “dreymarøðuna” á ólavsøku í fjør

Í grein hugleiðir blaðstjórin á Norðlýsinum um seg sjálvan og Fríðrik Petersen. Í grundini er greinin púra óinteressant. Søgu- og samtíðarkøn síggja, at stórur partur er faktuelt ókorrektur. Av tí, at mín persónur tíverri er vavdur upp í tekstin hjá blaðstjóranum, geri eg nakrar viðmerkingar. Tann, sum skjýtur eftir mær fyri ikki at vilja broytingar, rakar langt við síðuna av. Veruleikin er ein annar. Alla sína politiska tíð hevur undirritaði arbeitt við at nútímansgera, broyta og røkka nýggjum málum og úrslitum. Felags fyri moderniseringarnar eru, at tær eru gjørdar saman við góðum fólkum, ið vilja Føroyum tað besta. 

Blaðstjórin, John William Joensen, tykist hava eina hugsan um, at tíðin hevur staðið í stað stjórnarskipanarliga, líka síðani Heimastýrislógin kom í 1948. Veit ikki, hvar ið hann man hava uppihildið sær seinastu árini, tí sera nógv er hent stjórnarskipanarliga. Øll ramman um okkara viðurskifti í ríkinum er skift út og dagførd fyri fáum árum síðani, og allir teir stóru flokkarnir – Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin – tóku undir við nýskipanini. Fari annars at heita á blaðstjóran á Norðlýsinum um frameftir at halda mín persón uttan fyri sínar hugleiðingar.

Inn gjøgnum bakdyrnar

Flestu munnu síggja, at aktuella ósemjan millum Føroyar og ES nú verður brúkt sum umbering fyri at seta stjórnarskipanina í verk, ið fullveldislandsstýrið á sinni setti á dagsskrá. Málið við stjórnarskipanini var tá at loysa Føroyar úr ríkinum. Málið er framvegis tað sama. Munurin er, at nú skal loysingin lirkast inn gjøgnum bakdyrnar. 

Hetta fær ikki verið sambandspolitikkur. Tann dagin, tilverugrundarlagið hjá Sambandsflokkinum er at seta stjórnarskipanina hjá Hoydal og Skaale í verk, er nakað spinnandi galið í ovastu leiðslu floksins. Okkurt bendir á, at tann dagurin er óhugnaliga nær. Sambands- og samríkisfólk vilja nakað annað, hóast formaður Sambandsfloksins og fólkatingsmaður Javnaðarfloksins draga línuna saman við formanninum í Tjóðveldi.

Fyrimunirnir størri enn vansarnir

Øll vita, at fyrimunir og vansar eru við øllum felagsskapum. Í Ríkisfelagsskapinum eru fyrimunirnir kortini nógv størri enn vansarnir. 

Eru vansar, ið mugu umrøðast nærri ella broytast, so ger man dagføringar í samráð við hinar partarnar í felagsskapinum. Tey leypa framav, sum nú vilja tveita fyrimunirnar í Ríkisfelagsskapinum fyri borð, tí at ósemjan við ES er aktuell í eina tíð.

“Dreymarøðan” er loysingarpolitikkur

Vørumerki Sambandsflokksins plagdi at vera støðufesti og væl umhugsaðar avgerðir. At leypa framav hevur ikki verið okkara stílur. Sambandspolitikkur er – við góðari, føroyskari sunnari fornuft – at tryggja, at tað til eina og hvørja tíð er gott hjá øllum borgarum at búgva í Føroyum. Føroyar skulu standa á tryggari búskaparligari grund, og vit og skil mugu ráða. Stavnhaldið eru tey sosialliberalu virðini, har ið ein sterk og framfýsin vinna tryggjar inntøkur til vælferðarsamfelagið, ið verjir tey veikastu. 

Og vit hava Ríkisfelagsskapin í rygginum til at røkka hesum og øðrum málum. “Dreymarøðan” og stjórnarskipanin eru úttrykk fyri loysingarpolitikk, og tann politikkin er upp til loysingarflokkarnar at reka.

Reyðu lampurnar lýsa

Tíbetur síggja vit, at fólk eru í Sambandsflokkinum, ið tora at halda skjøldurin høgt og tala sunna fornuft. Leiðslan í hesum landi sleppur ikki óátalað at føra samfelagið út í politiskt og búskaparligt óføri við øktari lántøku, størri skuld og við at ganga á odda fyri loysingarrørsluni. Allar reyðar lampur lýsa. 

Bæði blaðstjórin og tann, ið blaðstjórin gongur ørindi fyri, áttu at sæð reyðu blunkini.

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin