Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ORKA aftur á klettunum

Oliver Joensen

Seinasta konsert teirra á hesi konsertferðini verður í Norðurlandahúsinum í annakvøld, tá orkestrið luttekur í tiltakinum fyri krabbameinsfelagið.

Tónleikabólkurin ORKA er júst heimkomin eftir drúgva túring runt Europa. Bólkurin hevur ferðast í ein og ein hálvan mánaða og hevur spælt í Týsklandi, Pólandi, Sveits, Eysturríki, Holland, Frankaríki, Svøríki og Danmark. Konsertirnar vóru væl vitjaðar og bólkurin er fegin um ein sera væleydnaðan túr.

Á túrinum var manningin Bogi á Lakjuni á lampu, Jógvan Andreas á Brúnni á tunnum, Ólavur Jákupsson á sang, hvørvisstein, fløskuorgul, samplarar, Jens L. Thomsen á pelabass og Yann Tiersen á noisolin, ið varð serliga bygd til hann í sambandi við framførslu á Trans Musicales í fjør. Aftur at sær hevði ORKA eisini Onnu Katrin Egilstrøð á sang og hydroharpu. Anna Katrin er vanliga kend úr fløguaktuella bólkinum Valravn.

Seinasta konsertin á túrinum hjá ORKA verður í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld, leygardagin 31. oktober í samband við tiltakið Føroyar Móti Krabba, ið Krabbameinsfelagið skipar fyri. Her framførir ORKA lagið Pompeij 2 saman við symfoniorkestrinum og Eivør Pálsdóttir.