Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ORKA – Nýggj venjingarmiðstøð latin upp á Tvøroyri

Tíðindaskriv

Herfyri lat nýggj, stór venjingarmiðstøð uppmitt á Tvøroyri. Stigtakarnair Kaj Mayer, Tóki Niclasen og Dan Augustinussenhava lagt seg eftir, at opna eina venjingarmiðstøð, við øllum framkomnum venjingartólum, soleiðis at øll sum ynskja at koma í betri form ellabert at klænka seg hava nakað at fara eftir.

Venjingarmiðstøðin hevur fingið navnið ORKA

ORKA heldur til í stóra bygninginum, sumvøruhúsið áður helt til í. Hølini eru stór, ljós og hugnalig. Tað er lættatkomilig við góðum parkeringsviðurskiftum.

Tað eru venjarar við góðum royndum á staðnumfyri at hjálpa øllum gott í gongd við venjingar-, kostætlan o.l.

Upplatingartíðirnar eru mánadag til fríggjadagfrá kl. 06:00 til 23:00 og leygardag og sunnudag frá kl. 09:00 til 21:00.

Stigtakararnir vóna, at suðuroyingar fara attaka væl ímóti nýggju venjingarmiðstøðini á Tvøroyri, tí Suðuroyggin hevur tørvá eini venjingarmiðstøð á høgum støði.