Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Orkan í nátt

John William Joensen

Frá DMI verður sagt at teir máldu upp til 37 m/sek. í nátt og vindmálari hjá Landsverk máldi hvirlur upp til 53 m/sek.

Harðastu vindmegina máldi DMI á Akrabergi og var tað kl. 2 í nátt tá vindmálarin vísti 37 m/sek.
Vindmálarin á Fugloy máldi ikki so nógvan vind og tað mesta sum hann skrásetti í nátt var 18 m./sek.

53 m/sek. á Kambsdali
Vindmálarin hjá Landsverk sum stendur á molanum í Leirvík máldi kl. 4 í nátt 43 m/sek. í hvirlunum.
Kambsdali skrásetti vindmálarin hjá Landsverk kl. 4:45 hvirlur sum vóru upp til 53 m/sek.