Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Orkesturstevna í Fuglafirði

Tíðindaskriv

Seinasta vika og vikuskifti var í Fuglafirði merkt av, at har var mentanarvika við hópin av tiltøkum – ikki minst konsertum. Longu aftur hetta vikuskifti er nógv lív aftur í tónleikalívinum í býnum. Gongur tú ein túr ígjøgnum Fuglafjørð í dag, skalt tú næstan rokna við at síggja eitt barn koma rennandi við eini floytu, klarinett, horni ella onkrum øðrum blásiljóðføri. Hvat er á vási spyrt tú? Jú, musikk­skúla­lærararnir skipa fyri orkesturvikuskifti fyri blásiljóðfør.

Eini 120 børn, ið spæla hesi ljóðføri savnaðust kl. 10 í morgun saman við umleið 15 musikk­skúlalærarum í skúlanum í Fuglafirði, har tey halda til hetta vikuskifti. Tey eru býtt í tvey orkestur á uml. 60 tónleikarar. Annað orkestrið venur í Mentanarhúsinum og hitt í fimleikarhøll skúlans. Matin fáa tey í kirkjukjallaranum, so mann kann siga, at her hava allar góðar kreftir tikið seg saman soleiðis, at stevnan verður so væl eydnað sum møguligt.

Í morgin – sunnudagin kl 15 – verður konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har høvi verður at hoyra úrslitið frá venjingnum hesar dagar. Øll eru vælkomin og konsertin er ókeypis.