Foreldur hava vent sær til Norðlýsið at kæra sína neyð. Tey eru sera ørkymlað og greiða frá, at síðani mars í ár, hava foreldur at børnum í árgangi 2016 í Klaksvíkar kommunu, sitið ørkymlað um síni børn. Í mars í ár varð avgerð tikin um, at pilka børn frá árgangi 2016 úr tveimum dagstovnum og koyra tey í ein nýggjan útibarnagarð úti á Oyri, fyri síðani at skifta í ein annan útibarnagarð árið eftir og harnæst í skúla.
Formaður fyri Trivnaðarnevndini Børn & Ung og barnaansingarsamskiparin høvdu kunningarfund á Skúlatrøð tríggjar vikur seinni. Her varð sagt frá nýggja stovninum og at hann fór at lata upp longu 16. august í ár. Tá teir vóru lidnir við sína frágreiðing, sluppu foreldur at seta spurningar og viðmerkingar. Herav vóru fleiri av foreldrunum námsfrøðingar.
Foreldur vóru skeptisk, óð og kedd um hesa avgerð. Eiheldur trúði nakar, at hesin stovnurin fór at vera klárur 16. august. Men teir lovaðu, at byggiætlanin fór at halda, “uttan problem”, bleiv sagt. Spurningarnir vóru nógvir og tá tað t.d. var spurt um, hví tey valdu bert at taka ein árgang og ikki ein nýggjan sjálvstøðugan dagstovn við vøggustovu og barnagarðstovu, varð ikki svarað, men tosað rundanum.
Foreldrini løgdu stóran dent á manglandi tryggleika hjá børnunum. At børnini fóru at hava alt ov nógv skiftir, áðrenn tey skulu í skúla. Nevnt var frá foreldrum, ið eru námsfrøðingar, at hetta kundi gera stóran skaða fyri barnið, kanska mest børn, ið t.d. eru sart, og sum hava ringt við at skapa relatiónir, skilsmissubørn og ættleidd børn.
Nevnt var frá foreldrum við fakligari vitan, at børn mennast best við at læra frá sær til tey yngru og sjálvi at læra frá teimum størru. Hetta hildu umboðini fyri kommununa ikki fór at bila. Teir sóu onki galið í at lata ein árgang vera einsamallan í tvey ár, áðrenn tey skulu í skúla.
Foreldur siga seg hava følt, at tað einans varð tosað um tøl og paragraffir, og um at fáa okkurt at ganga upp, vegna stóra trýstið við manglandi ansingarplássum. Ongin faklig kunning var um, hví tey høvdu valt hesa avgerð. Onki at sissa tey ørkymlaðu foreldrini við. Fleiri uppskot komu um, hvussu tað heldur kundi verið. Men avgerðin var longu tikin. Ein avgerð sum er tikin í skundi og sum ikki er viðgjørd saman við fakfólkum, stovnsleiðslum ella foreldraráði.
Foreldrini vórðu síðani send heim ørkymlað um hesa nýggju støðu børnini eru sett í og hava onki annað at gera, enn at góðtaka hetta. Vikur seinni fáa foreldur eitt bræv um, at tvær stovur vera klárar at lata upp 16. august og í brævinum stendur, eisini hvørji børn fara at ganga í stovu saman. Í einum øðrum brævi stendur at børnini eru vælkomin aftur á stovnin, inntil útibarnagarðurin á Oyri er liðugur.
Samstundis sum alt hetta gongur fyri seg, fáa foreldur at børnum, sum standa á bíðilista, at vita, at teirra barn er sloppið inn á stovn ella dagrøkt treytað av, at barnagarðurin úti á Oyri er klárur. Fríggjamorgunin 16. juli, sama dag, sum dagstovnarnir og kommunan fara í feriu, verður eitt skriv lagt út á ein nýggjan Facebook-bólk, sum er ætlaður foreldrum at børnunum, sum skulu út á Oyrar. Eitt skriv, har greitt verður frá, at byggiætlanin fyri nýggja barnagarðin ikki heldur, men er útsett fýra vikur, og at børnini frá 16. august til 13. septembur, skulu vera í einari skúlastovu í norðara endanum í KÍ-høllini.
Eina so umráðandi kunning fáa foreldrini ígjøgnum ein Facebook-bólk og verður ikki send ella handað teimum persónliga. Onkur foreldur eru ikki á Facebook, og summi vita onki um hendan nýggja bólkin. Kann man sum kommuna loyva sær at samskifta við borgararnar uppá hendan mátan?
Fleiri foreldur skrivaðu mail til kommununa sama dag, men fingu onki svar, tí tey á kommununi vóru farin í feriu. Seinni hava foreldur eisini ringt til formannin fyri Trivnaðarnevndina Børn & Ung og spurt, hví onki svar er at fáa. Sagt varð, at tað komu so nógvir mailar um hetta málið, at valt var ikki at svara nøkrum.
Foreldrini venda sær til onnur foreldur, tí tey vita ikki hvat tey skulu gera og tað er so ymiskt, hvat tey hava fingið at vita. Og summi vita onki. Ongin veit greitt at siga, hvat fer at henda, tí lítil og ongin kunning er komin frá kommununi.
9. august opna dagstovnarnir aftur, og ongin kunning er givin til foreldrini. Ongin kunning um hvussu tey ætla at skipa innkoyring hjá hesum 30 børnunum. Tað kann ikki sigast ov ofta, at børnini eru bara brikkar í einum puslispæli, sum als ikki gongur upp hjá kommununi. Tey viðgera okkara yngstu borgarar, sum vóru teir royndarkaninir fyri eini verkætlan.
Foreldrini enda við at siga, hvat tey halda um framferðina hjá kommununi: Stór skomm.


