Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ormurin

Oliver Joensen

 Útróðurin nógv plágaður av slímálli

slímállurin er ein vera, ið er niðarliga í ketuni. Í Snar.fo skrivar Rógvi Mouritsen millum annað, at hann kann blíva upp til 60 centimetrar, finst á bleytum botni úr 20 metrum niður á 930 metrar.

Kjafturin er bert ein lítil riva. við kjaftin eru fýra horn. Ein nasagluggi er fremst á gronini, har eisini fýra horn eru, skrivar Rógvi Mouritsen.

Slímállurin er ein rættulig slímmaskina. Onkur hevur nevnt, at um tú koyrir hann í eina spann av sjógvi, so gongur bert stutt tíð til sjógvurin í spannini gerst slmutur, sum gamal sápuløgur.

Tá fiskur er komin á línuna, legst slímállurin á táknurnar, framleiðir slím so fiskuri hvalist, síðani gnaðar hann sær hol á skræðuna, og sýgur kjøtið úr fiskinum.