Tað hevur kenst úr honum kring landið í morgun og út á seinnapartin. Avfall fyri fyrstu ferð síðan 19. mai er á veg, og hyggjandi inn á heimasíðu Landsverks er sjón fyri søgn: tað sirmar ella regnar har sum nakrar veðurmastrar eru. Tað er tó skjótt farið framvið.
Enn er lufthavið lutfalsliga stilt, men tekin eru upp á broytingar í veðrinum um okkara leiðir.
Enn er ein hátrýstryggur eftir – tí er lítil vindur í morgin og mikudegnum eisini, men so er slutt! – á hesum sinni, ið hvussu so er.
Eitt lágtrýst kemur tá beint á okkum sunnaneftir.
Fyrrapartin mikudagin fer at regna, og vindurin fer at veksa spakuliga úr suðuri ella landsynningi-suðuri. Á middegi er vindferðin 10 til 15 m/s.
Seinnapartin regna nokkso illa, og vindferðin er tá komin upp í 13 til 18 m/s. Um kvøldið minkar vindurin, og tað fer at slíta í.
Lágtrýstið fer væntandi fram við Føroyum beint sunnanfyri, og tí fer ættin brádliga í norðan – hetta verður helst hósnátt ella hósmorgun.
Tá ið lágtrýstið er farið framvið hóskøldið (pluss/minus), fer veðrið aftur at vera støðugt, sum vit hava sæð í fleiri vikur.
Men hvussu leingi tað fer at varða, veit eingin….



