Í gjár fingu vit hesar myndirnar við Borðoyarvík. Eitt evarska lítið ternubølið hevur verið niðri á Grundum í fleiri ár. Og júst nú er tað, slagið skal standa og ungarnir koma út og tíðin skal vísa um ternurnar vera førar fyri at leitað upp føði.
Órógva vit ternurnar í hesum døgum, so hava tær minni tíð at leita eftir føði, tí tær ansa fyrst og fremst eftir reiðri, eggum og ungum.
Pretni ternupápin stóð á vakt í gjár og eitt sindur av ósemju var eisini ímillum ternurnar, sum sæst á myndunum niðanfyri.
Um støðuna hjá ternuni, sigur Jens Kjeld Jensen, fuglafrøðingur fyri Norðlýsinum, at í ár eru komnar sera nógvar ternur til landið. Sama segði Sørin Petersen, bóndi á Viðareiði, tá vit tosaðu við hann í telefonini í gjár, tá hann var staddur á Viðvík. Eg havi talt 103 reiður, her eg havi gingið og í trimum av teimum er ungi komin út og egg eru í hinum. Annars eru nógv onnur reiður, sum eg ikki havi verið hjá, eg vil meta at eitt stað ímillum 400 og 600 ternupør halda til her.
Jens Kjeld Jensen, fuglafrøðingur heldur tó, at onki er sum bendir á, at tað gongst frægari hjá ternunum at vinna sær føði. Men nú fáa vit at síggja, sigur hann, um einar 14 dagar so er útkomið og tá sæst, hvussu leikur fer við at fáa ungarnar undan.




