Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ørskapur at spæla landsdyst áðenn gróðurin er komin

John William Joensen

sigur Poul Michelsen, sum seinastu 10 árini hevur verið formaður fyri Tórsvøll.

– Tú kanst einki gera við vøllin um veturin, so tá landsdystir verða lagdir hesa tíðina á árinum, er tað ein katastrofa fyri vøllirnar.
– Vit plaga at sláa vøllin fyri fyrstuferð á flaggdegnum, men tað er ikki altíð gjørligt.
– Tórsvøllur er í sera ringum standi hesa tíðina á árinum og við at spæla landsdyst áðrenn gróðurin er komin verður vøllurin fullkomuliga lagdur í oyði restina av árinum.

Vónar at fáa græslíkið
Poul Michelsen sum í næstum fer úr nevndini fyri Tórsvøll sigur at um føroyingar skulu fáa nakað burtur úr tjóðarvøllunum, so skal græslíkið leggjast á.
– Sum støðan er nú er sera avmarkað hvat vit fáa burtur úr græsvøllunum.
– Vit brúka eina øðiliga tíð uppá at halda Tórsvøll við líka og tí haldi eg at kunstgræs eigur at vera lagt á skjótast gjørligt.
– Vit hava eisini fingið eina umbøn frá FSF um tað saman og hon er send víðari til býráði.