Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ortodoks gudstænasta á Eiði

Helgi Abrahamsen

Tann 28. februar kl. 10 verður ortodoks gudstænasta (eisini nevnd liturgi) í Eiðis kirkju. Tað skrivar heimasíðan folkakirkjan.fo.

Ortodoksa kirkjan er høvuðskirkja í Eystureuropa, og fleiri ortodoks kristin eru í Føroyum. Tey hava heitt á russiskt ortodoksa prestin, Sergi, í Keypmannahavn um at koma til Føroya at halda gudstænastu saman við teimum.

Øll – eisini tey, sum ikki eru ortodoks kristin – eru vælkomin í kirkju á Eiði henda dagin, men bert tey ortodoksu kristnu kunnu fara til altars, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.

Aftaná gudstænastuna verður samvera í Karmel á Eiði fyri teimum ortodoksu kristnu.

Vanliga deknagudstænastan á Eiði henda dagin verður avlýst.