Í morgun segði lesari okkum, at hann harmaðist um, hvussu tað sá út uppi á vegnum niðan á Klakk.
Mær dámar so sera væl at ganga mær ein túr niðan á Háls. Síggi eg órudd, so taki eg upp, tí mær dámar ikki tá náttúran verður dálkað. Um vikuskiftið havi eg tikið nógv upp har, men eina presending og ein stóran plastsekk orkaði eg ikki at gera nakað við.
Tað sær eisini út sum um býráðsumsitingin hevur slept ruskspannuni har uppi upp á fjall, tí ein paraply hevur staði og peiggjað upp úr ruskspannuni har líka síðani eitt av ferðamannaskipunum var her í summar.
Norðlýsið fór ein túr niðan við myndatólinum og her eru nakrar myndir.
Eitt sum vit bitu merki í eisini, var rørportrið á myndini. Tað sær út til, at nógvur peningur er brúktur til rørportur og til eitt fínt portur til okkum at ganga ígjøgnum, alt fyri at forða seyðinum at fara um mark. Men alt til fánýtis, tí seyðurin fór ígjøgnum rørini, so tað mátti klárast við einum stykki av troli – tað sær altso ikki serliga vitugt út?




