HM dystirnir í dag síggja javnir út á pappírinum og tað sæst aftur í tippingunum hjá teimum trimum tipparunum hjá Norðlýsinum.
Í gjár tippaðu allir tað sama, har teir høvdu tveir av trimum røttum. Eingin hevði sæð Chile vinna móti Spania. Í dag eru teir tó ósamdir, tí tað er eingin dysur, har allir tríggir tippa tað sama.
Ragnar Joensen grundgevur soleiðis fyri sínum tippingum í dag:
Columbia – Fílabeinsstrondin
Columbia kom væl frá byrjan við sínum kvika offensiva spæli. Drogba og co høvdu stórar trupulleikar av Japan. Tungu dreingirnir í miðverjuni hjá Fílabeinsstrondini fara at fáa tað trupult. Eg seti tí eitt 1 tal.
Uruguay – Ongland
Uruguay vóru alt annað enn sannførandi í fyrsta dystinum. Ongland tapti eisini sín fyrsta dyst, men teir vístu jaligt spæl og fingu fleiri kjansir. Bæði liðini eru kroyst, og skulu helst hava stig um tey skulu spæla seg víðari úr bólkaspælinum. Her havi eg størri vónir til Ongland, tí onglendingar kláraðu at hótta italiumenn fleiri ferðir, meðan Uruguay megnaði lítið og onki móti Kosta Rika. Eitt 2 tal.
Japan – Grikkaland
Grikkaland fekk eina stak vánaliga byrjan, meðan Japan var um at koppa Fílabeinsstrondini. Eg ivist í hvussu førir grikkar eru fyri at fáa stig. Tí seti eg Japan at vinna .
Eg tippi í dag:
Uruguay- Ongland :Begge hold skorer i 1. Halvleg (4.30)
Columbia-Fílabeinsstrondin : Yvir 2.5 mál í dystinum (2.00)
Japan – Grikkaland : Japan at vinna + 2.5 mál í dystinum (3.90)
Eg satsi í dag:
Dagsins sats skulu vit finna í dystinum millum Uruguay og Ongland. Uruguay mangla bæði Lugano og Pereira í verjuni til hendan dystin og avloysararnir hava als ikki sama støði. Onglendingar hava nakrar stórar og tungar dreingir í síni verju, og eg ivist í hvussu tað fer at gangast at fylgja við Suarez og Cavani. Bæði liðini skulu helst vinna, so tey mugu fram á vøllin. Yvir 2.5 mál í fyrra hálvleiki (6.40) ella man kann siga at tað koma 3 ella fleiri í fyrra hálvleiki til odds 7.00
Hinir tippa
Kristian Joensen:
Columbia-Fílabeinsstrondin 2
Uruguay-Ongland 2
Japan-Grikkaland X
Regin Sivertsen:
Columbia-Fílabeinsstrondin 2
Uruguay-Ongland X
Japan-Grikkaland X
Støðan
1. Regin Sivertsen 12 stig
2. Kristian Joensen 11 stig
3. Ragnar Joensen 10 stig
Vinningur:
Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.




