Bæði leygar- og sunnukvøldið 30.nov. og 1.des. kl. 19 vera sýningar í Ósaskúlanum. Leikirnir, ið verða sýndir eru: Petur Pan, Snjóhvíta og Brúdleypið. Sóley Danielsen er leikstjóri.
Bæði leygar- og sunnukvøldið 30.nov. og 1.des. kl. 19 vera sýningar í Ósaskúlanum. Leikirnir, ið verða sýndir eru: Petur Pan, Snjóhvíta og Brúdleypið. Sóley Danielsen er leikstjóri.
Sum nakað heilt nýtt verður hugleitt aftaná hvønn leik, har leikarar og leikstjóri siga frá og svara spurningum.
Dramaskúlin gevur úrslit!
Fyrireikingar til framførslunar, m.a. ræddar- og rørsluve…njingar, hava verið í dramaskúlanum síðan mánaðarskiftið august-september.
Úrslitið av hesum eru leikirnir:
PETUR PAN – Brot úr upprunaliga leikinum eftir skotska rithøvundan J.C. Barrie.
SNJÓHVÍTA- leikur, ið byggir á kenda ævintýrið hjá týsku brøðrunum Jacob og Wilhelm Grimm.
BRÚDLEYPIÐ – ein groteskur, tragikomiskur stuttleikur eftir russika rithøvundan Anton Chekhov.
Børn og ung framføra tveir teir fyrstnevndu, ímeðan ung og vaksin framføra hin seinasta.
Atgongumerki á kr 50 fáast við dyrnar undan sýningunum.




