Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ósáskúlin í nýggjan ham

John William Joensen

At fáa mítt hjartamál endaliga samtykt er einki minni enn ein stórhending í mínum politiska lívi, sigur Jórun Høgnesen, forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs.

Hetta kann tykjast, sum tað hevur verið ein tungur burður at fáa endaligu og avgerðandi samtyktina til vega, men á býráðsfundinum týskvøldið samtykti Klaksvíkar Býráð einmælt fyriliggjandi uppskot viðvíkjandi um- og útbygging av Skúlanum við Ósánna.
Hetta er ein sera spennandi og vakur bygningur, sum fellur væl inn í heildina og sum fer at verða eitt prýði fyri umhvørvið tá hann er liðugur. Tá verður skúlin eisini ein nýmótans skúli, sum líkur øll krøv, sum ein tveysporaður skúli eigur at gera. Lat meg tó beinanveg siga, at henda útbygging als ikki forðar fyri eini møguligari samanlegging við hin skúlan á økinum, um tað verður mett at verða tað besta einaferð í framtíðini.
Tað, sum ger henda nýggja skúlan serligan er, at starvsfólk skúlans hava verið við til at mynda projektið og hava soleiðis kunna víst á, hvat tey halda hevur týdning at gera fyri at fáa góðar karmar bæði fyri næmingar og lærarar, og síðani eru tekningarnar gjørdar út frá tí.
Tað hevur tikið drúgva tíð og nógv arbeiði, men eg haldi, at nú tá ið vit síggja úrslitið, so eiga vit at gleðast um, at hetta er væl gjøgnumhugsað og ikki nakað, sum ber brá av eini fyribilsloysn.
Nú fer málið so at ganga sína vanligu gongd, sum slík byggimál plaga við projektering, úbjóðing osv. Og um ikki so langa tíð verður klárt at seta spakan í, vónandi í hesum árinum.
Eg vil eisini nýta høvið at takka bygginevndini fyri gott samstarv, sigur ein fegin Jórun Høgnesen at enda.