Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ósemja um flutning gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall

Helgi Abrahamsen

Flutningsfyritøkan IR-Lastbilar í Kollafirði hevur fingið uppgávuna at flyta 50 bingjur gjøgnum tunlarnar á Borðoynni. Talan er um 40-fót bingjur, sum skulu til smoltstøðina á Viðareiði. Men borgararnir í økinum eru ikki so glaðir fyri at møta stóru lastbilunum í trongu tunlunum.

Ein borgari sum Norðlýsið hevur tosað við er sera misnøgdur við, at flutningurin gongur fyri  seg um dagin, tá  mest ferðsla er.

Politiið gevur flutningsfyritøkum loyvi at steðga ferðsluni, uttan at teir sjálvur eru  á  staðnum,” sigur misnøgdi borgarin.

Koyra nú seint um kvøldi

Rasmus Rasmussen, stjóri  fyri IR-Lastbilar, skilir als ikki kritikkin.

”Tá vit byrjaðu hendan flutningin, arbeiddu vit um dagin, og tá fluttu vit bara tvær bingjur hvønn dag. Vit royndu at passa okkum løðir og tað tók millum 6 og 10 minuttir at koma ígjøgnum hvønn tunnil,” sigur hann. Hann heldur tí ikki, at flutningurin tarnaði ferðsluni meira enn so, at øll kundu liva við tí.

Men av tí at fólk hava mótmælt, er koyringin nú flutt til at vera seint um kvøldi.

”Tað merkir, at Articon má hava fólk at arbeiða yvirtíð, og vit fáa bara koyrt eina bingju hvønn dagin,” sigur Rasmus Rasmussen.

”Hetta bæði seinkar og dýrkar arbeiðið,” sigur hann.

Gera bara okkara arbeiði

Rasmus Rasmussen er vónbrotin av, at málið skal vera øst so nógv upp.

”Bíðirøðir eru allastaðni í heiminum, og hetta er sama slags flutningur sum fer ígjøgnum Hvalbiartunnilin hvønn einasta dag,” sigur hann.

”Í Hvalba sigur eingin nakað, men norðanfyri kenna lastbilførarar seg ikki at vera vælkomnar.”

Og hann leggur afturat: ”Hatta er so ikki mátin at arbeiða uppá, um mann vil hava nýggjan tunnil.”

Ikki neyðugt at politiið er á staðnum

Á Politistøðini siga tey, at tílíkur flutningur skal sjálvsagt hindra aðrari ferðslu so lítið sum til ber, men at tað er ikki altíð lætt at fylgja tí málsetninginum. Í summum førum fáa flutningsfyritøkurnar standard loyvi, soleiðis at teimum ikki nýtist at biðja um serstakt loyvi hvørja ferð.

Viðvíkjandi spurninginum um politiið skal vera á staðnum verður sagt á politistøðini, at tað veldst um hvør farmurin er. Um talan er um eldfim evni ella spreingievni, so er politiið altíð á staðnum, men í øðrum førum verður vanliga ikki mett, at tað er neyðugt.

Harleyfacadeacryl