Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ósemja um Grannskoðaran hjá Kommununi

John William Joensen

Á býráðsfundi gjárakvøldið var rættuliga hvast orðaskiftið um val av grannskoðara og orðsøkin var Phønix málið

Ein Minniluti í fíggjarnevndini, varaborgarstjórin Jákup Mikkelsen, mælti býráðnum til at skifta grannskoðara vísandi til at tað er staðfest at grannskoðarin hjá Kommununi ikki røkti sínar skyldur.
– Eg gjørdi greitt á býráðsfundinum gjárkvøldið at tað ikki er rætt at teir feilir, sum gjørdir vóru tá kommunan setti pening í phønix, ikki fingu fylgir.
– Býráðslimir hava í tveimum brøvum frá løgfrøðingi fingið staðfest at grannskoðarafyrtøkan SPEKT livdi ikki upp til sýna skyldur tá hon sum grannskoðari hjá kommununi góðtók at peningur var settur í týska í leggjarafelagið.
–  Á fundi í fíggjarnevndini hevur grannskoðarin eisini viðgingið at hann var vitandi um at kommunan setti pening í týska íleggjarafelagið men hóast hetta vóru ongar viðmerkingar gjørdar.
– Tað stutta av tí langa er at Kommunan betalir pening til ein grannskoðara sum ikki livir upp til sína uppgávu. Tí átti býráði at givið SPEKT sekkin og fingið ein annan grannskoðara, men hetta fekk eg so ikki undirtøku fyri í býráðnum.
 
Phønixmálið ongar avleiðingar
Varaborgarstjórin sigur við Norðlýsið at eftir býráðsfundin gjárkvøldið er greitt at Phønix málið ongar avleiðingar far.
– Løgfrøðiliga er málið fyrnað og tá borgarstjórin alment hevur tikið alla ábyrgd av málinum er greitt at her er einki at koma eftir.
– Tað er prógvað at grannskoðarin hjá Kommununi ikki livdi upp til sínar skyldur, men tá býráðslimir valdu at yppa øksl í staðin fyri at plasera ábyrgd, er niðurstøðan tann at Phønixmálið ongar avleiðingar far.- Eg metti tað hava stóran týdning at vit gjørdu tað sum rætt var, tí málið hevur kosta kommunkassanum eina millión krónur, men hetta fekk eg so ikki undirtøku fyri í býráðnum, sigur varaborgarstjórin Jákup Mikkelsen.

Harleyfacadeacryl