Býráðssamgongan vil játta pening beinavegin til ein summarferiuavloysara, meðan andstøðan ynskir at hoyra nevndina fyri Norðoya Kunningarstovu áðrenn peningur møguliga verður játtaður
Býráðssamgongan vil játta pening beinavegin til ein summarferiuavloysara, meðan andstøðan ynskir at hoyra nevndina fyri Norðoya Kunningarstovu áðrenn peningur møguliga verður játtaður
Í samband við atlandið hevur arbeitt við endurskoðan av ferðavinnupolitikki, kann ein avleiðingav hesum verða, at játtanin frá landinumtil kunningarstovuna á kr. 240.000,- fellur burtur. Serliga ger leiðarin vart við, at tørvur er á eini játtan beinaveg til tess at halda tað støðið,sum krevst at hava virksemið gangandi restina av árinum.
Meirilutin ífíggjarnevndini Signhild V. Johannesen, Kristian Eli Zachariassen og Tummas J.Lervig mælir til at uppraðfesta Norðoya Kunningarstovu við at játta 100 tús.kr. til ein summarferiuavloysara. Peningurin verður játtaður av tøkum peningi.Síðani skal nevndin fyri Norðoya Kunningarstovu kallast inn til komandi mentanarnevndarfundí juni at greiða nærri frá virkseminum.
Minnilutin ífíggjarnevndini Gunvá við Keldu og Herfríð J. Sørensen mælir hinvegin til, atnevndin fyri Norðoya Kunningarstovu verður kallað inn til komandimentanarnevndarfund í juni at greiða nærri frá umbønini, áðrenn møguligurpeningur verður játtaður.
Býráðsfundur verður í kvøld og hann byrjar kl. 17.30




