Oskar og ljósarreyða kvinnan verður spældur leygardagin 26/10 2013 kl 19.30 í Norðurlandahúsinum
| Oskar og ljósarreyða kvinnan verður spældur leygardagin 26/10 2013 kl 19.30 í Norðurlandahúsinum | |
| Áskoðarar og ummælarar rósa leikinum. Einmansleikurin snýr seg um 10 ára gamla Oscar, sum hevur krabbamein. Hann ger sær tankar um, hvussu ein skal liva lívið og læra at verða lívslistafólk. Áskoðarin fær innlit í hansara tankar um stóru spurningarnar um lív og deyða, um trúgv og Gud. Leikurin er skrivaður av franska heimsspekinginum og dramatikaranum, EricEmmanuel Schmitt. Danska sjónleikarinnan, Pia Rosenbaum, framførir leikin og varð tilnevnd Årets Reumert í 2009. Atgongumerkir fáast í norðurlandahúsinum, sí www.nlh.fo |
Norðurlandahúsið í Føroyum




