Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Óskikkur at flyta staðarnøvn runt í býnum

John William Joensen

Navnið Varpið er bundið at gamla timburhandlinum hjá Kjølbro og staðnum á Varpinum.

Eg fari at geva Símun á Høvdanum rætt í tí, at tað er ein óskikkur at flyta staðarnøvn runt í býnum tá tað ikki er neyðugt.

Mest famøsa flytingin av staðarnavni var tá Heygar brádliga var flutt niðan í Gerðar við at vegurin ið gongur ígjøgnum gamla býlingin fekk navnið Heygavegur.

Tá vóru eisin mótmæli, men tað var ikki tikið til eftirtektar.

At myndugleikar gera seg inn á lokal nøvn er búsetingin á Oyri gott dømi um. Kanska fyri at gera mun á búseting sunnan av landi fóru myndugleikar á skrivað Norðoyri og síðani er veruliga navnið forfjónað og happa – soleiðis at tað bert eru staðkend fólk í brúka navnið Oyrar. Tað kom onkuntíð fyri at vit á Norðlýsinum av ósketni skrivaðu Norðoyri – men tá gretti ikki at lesarar ringdu at gera vart við at hetta er ikki rætt.

Navnið Varpið er knítt -bundið- at gamla timburhandlinum hjá Kjølbro og staðnum á Varpinum.

Ístaðin fyri óskil átti býráði at gingið á odda fyri at fingið gomlu býlinga og staðarnøvnini til heiðurs – á røttum stað – sjálvsagt.

Harleywoodpaint