Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øskukuldi og søguligt lív

Jóan Pauli Joensen

Í 1872 doyði ein grind inni á Bø og skarðsmenn vóru í grind. Tá teir komu fegnir aftur við fullfermdum báti av grind, tá hendi tað, at báturin av einum óhappi sakk beint útfyri lendingini. Fýra mans bjargaðust, men tríggir sjólótust. Eftir sótu tvær einkjur og 4 faðirleys børn.

Øskukuldi og søguligt lív

Jóan Pauli Joensen

Røða hildin á Skarði 14. august 2013 í samband við minningarhald um bátsvannlukkuna í 1913.

Tað verður enn spurt, hvat varð av norðbúgvunum í Grønlandi. Fluttu teir so við og við til eingin var eftir, ella vóru teir dripnir ella hvat. Spurningarnir eru fleiri, men svørini eru ógreið.

Samfeløg eru til allar tíðin komin og farin. Tað verið seg stór samfeløg ella heilt lítil samfeløg. Bygdin á Skarði var eitt av hesum samfeløgum í Norðurhøvum, har eldurin á grúgvunum sløknaði og fólkið fór. Tað hava verið nógv onnur slík samfeløg sum nú liggja eftir sum toftir til fornfrøðingar at granska í ruinlandsløg kallar ein norskur heimspekingur tey.

Mikudagin tann 27. august 1930 hingu skýggini myrk og tung yvir tað elligamla keltiska samfelagið á St. Kilda. Tað var kalt og slavið henda dag. Av besta summarveðrið hevði verið dagarnar frammanundan og tey umleið 30 fólkini, sum enn vóru eftir á oynni, royndi eftir besta førimuni at liva sum vant, m um lívið á oynni fór at halda fram sum tað hevði gjørt í øldir, uttan at vera stórvegis ávirka av tí, sum fór fram í heiminum rundanum. Bretsku myndugleikarnir vildu ikki longur hava ábyrgdina av hesum fólkum, ið vóru so langt burtur frá allari nýggjari samfelagsmenning og sum vóru so langt av landið skotin. Har kundi verða so ókyrt, at skip ikki kundu koma í mánaðir. Myndugleikarnir vildu hava tey at flyta, og hetta var eydnast teimum at fáa tey til. Skip var komið eftir teimum og góðsi teirra og tann 30. august stevndi skipið móti Skotlandi. Tað var við tungum hjarta at hesi fólk, har nógv ikki dugdu at tosa enskt, fóru frá heimum sínum, har ættfedrar teirra høvdu búleikast øldir. Fleiri av St. Kildafólkunum høvdu aldri verið av klettunum og kendu seg sera ótrygg, nú tey skuldu seta búgv á fremmandari jørð millum fremmand fólk, sum tey einki vistu um.

Á St., Kilda høvdu tey í øldir liva av fuglinum í fuglabjørgum av seyðinum og eitt lítið sindur av fiski, tí fiskiveiðan hevði lítið at siga hjá teimum. Turrur og saltaður fuglur, tað verið seg súla, havhestur ella annar fuglur var teirra matur. Tey ótu fuglaegg sum onnur ótu epli.

Barndeyðilileikin hevði verið øgiligur, tí við at smyrja havhestalýsi, goymt í súlumagum, á nalvan at nýføðinginum, høvdu tey uttan at vita tað eisini í nógvum førum latið stívkrampabakteriur í blóðrenslinum á nýføðinginum, so ein stórur partur doyðu longu sum pinkubørn. Bert fá børn komu undan. Tey høvdu livað eitt vandafult lív víð allar mátar, men tað var nú at enda komið og har afturat var megin parturin av teimum vorðin litblind av inngiftu.

Komin til Skotlands hvarv hetta fólki í bretska fólkahavinum og var mestsum burtur med alla. Mær er sagt, at eingin teirra kom at gera vart við ella seta nakran varða eftir seg tað veri seg samfelagsliga ella andsmentarliga, uttan ein maður, sum kom so langt, at hann gjørdist hýruvognssjaførur í London.

Góð 10 ár frammanundan tann 26. Januar 1919 var ein gomul lítil føroysk markatalsbygd avtoftað. Tá fóru tey seinastu, sum høvdu búð á Skarði oman á Kleiv við viðføri sínum í bátin, sum lá har og bíðaði. Millum hesi 9 fólkini var ein 89 ára gomul kona, sum mátti berast oman í bátin. “Eina løtu eftir legði ein tigandi bátur frá landi við børnum og aldrandi kvinnum innanborða, 9 í tali; leiðin gekk norð um Nakkin og yvir til Kunoyar, meðan tær síðstu gløðurnar sortnaðu á grúgvuni. Síðani tá hevur verið øskukalt á Skarið” sigur Símun Hansen.

Latum okkum steðga á her eitt sindur og hyggja at viðurskiftunum hjá teimum, sum búleikaðust í hesi bygd. Á Skarði er ein lítil markatalsbygd við 16 merkrum. Av hesum er umleið hálv onnur mørk kongs, restin er ognarjørð.

Tey, sum festu kongsjørðina búðu vanliga ikki á Skarði, men høvdu uppisitarar fyri seg. Stórur partur av ognarjørðini var uttanbýggjajørð, sum fólk í grannabygdunum áttu. Tað gjørdi, at búskaparliga høvdu fólk á Skarið tað ikki tað tryggasta búskaparliga støði at byggja á. Men bygdin var eitt gott seyðapláss við góðum neytahaga, har tað bar til at hava bæði neyt og feitar oksar. Tað at neytahagin var so góður, tað gjørdi at neytini kundu liggja úti leingi um heystið og tað bar til at sleppa teimum út tíðliga um várið, um tað viðraði. Afturfyri hevur bøurin frá gamlari tíð ikki verið so stórur, men so við og við løgdu teir inn gerði á Skarði eins aðrastaðni í Føroyum í 1800-árunum, tá fólkatalið fór at vaksa. Nakað av fuglalunnindum vóru., men sólargangurin var ikki góður so bygdin var vánaligt kornpláss.

Í 1801 búðu tilsamans 12 fólk í trimum húsum á Skarði, men bygdin vaks spakuliga og í 1850 búðu har 30 fólk í 5 húsum. Og fólkatalið helt sær um 30 umleið 1900, tá tað fór at minka aftur.

Tað var ikki langt á góða fiskileið hjá skarðsmonnum, men tað at bygdin var so fáment gjørdi, at tað bar ikki til at hava stóran bát, tí teir fingu hvørki manna hann ella orkaðu at draga hann upp á land. “Bátadrátturin á Skarði man vera ein tann tyngsti í landinum: Tríggir høgir hamrar at taka hann upp fyri og báturin beint upp í loft um báðar teir ovaru. Á Niðastu Rók kundi báturin setast í kyrru; var nakað at, mátti hann takast upp á Miðrók, har tað skolar í høgættaródn, og heilt niðan í neystini; eitt ófatiligt knoss hevur tað varið at róð út av Skarði”. Sigur Símun Hansen.

Sjálvt um tað kundi vera nóg hart at sita við árarnar, so var tað tyngsta takið eftir, tá báturin skuldi fáast upp á land. Tað hjálpti,tá teir fingu sær spæl at draga bátin upp um aldaskiftið 1900.

Skarðsmenn róðu tí leingi út saman við haraldssundsmonnum, sum høvdu 8-mannafar og eina tíð 10-mannafar. Skarðsmenn vórðu tá teir fóru tiknir umborð á lendingini á Skarði og settir á land aftur í Skarðsmannastíggi, ein fjórðing norðan fyri Haraldssund. Men tá fólkatali frá umleið 1828 fór at vaksa fingu og skarðsmenn sær nú sjálvir eitt 8-mannafar at rógva út við og mannaðu sjálvir bátin.

Tað er gamalt í flestu bygdum í Føroyum, at skuldi tú lívbjarga tær, so mátti tú fáa ein stóran part av úrtøkuni úr sjónum , men ofta var hildið, at tað var ringt at hava hjallin á sjónum, so tryggast mundu fólk halda tað vera, sum er jørðin gav á landi, men hon gav ikki nóg mikið at liva av, tí var tað alneyðugt at hava bát eisini . Tað var ofta sera vandamikið at taka úr hjallinum á sjónum. Mangar eru vanlukkurnar í sorgarsøguni á sjónum um bátar sum eru burturgingnir. Tað var eisini at enda sjógvurin, sum skuldi koma at gera enda á bygdini á Skarði.

Har vóru fleiri vanlukkur í 1800-árunum, men tað var tann seinasta sum gjørdi enda á bygdini. 30. mars í 1835 fóru skarðsmenn við einum 6-mannafari norð á hav. Teir høvdu ætla sær við tveimum dreingjum, sum skuldu fara at ganga til prest á Viðareiði, men gjørdu av at fara til útróðrar í staðin, tí teir mettu líkindini at vera góð. Komnir undir land fingu teir ein so dyggan kastivind, sum gjørdi at báturin holvdist. Eingin teirra spurdist aftur. Eftir sótu 4 einkjur og 6 faðirleys børn.

Í 1872 doyði ein grind inni á Bø og skarðsmenn vóru í grind. Tá teir komu fegnir aftur við fullfermdum báti av grind, tá hendi tað, at báturin av einum óhappi sakk beint útfyri lendingini. Fýra mans bjargaðust, men tríggir sjólótust. Eftir sótu tvær einkjur og 4 faðirleys børn.

Báðar hesar hendingarnar vóru stórir smeitir fyri eina so lítla bygd, men tann ringasta vanlukkan var eftir. Vit lata søgumannin Símun Hansen siga søguna: “Nú vóru 78 ár gingin, síðani hin fyrra ólukkan hendi, sum tók alt tað tilkomna mannfólkið, men sum kortini ikki fekk oytt bygdina. Árið 1913 var komið væl á hall. Jólini, tann stóra gleðihátíðin, var í hondum og menn lógu framvið at sleppa á flot at fáa fekst niður i løgin til jóla. Tollaksmessudagur kom, ein avbera vakur morgun, dýrdarveður, og hópur av bátum leitaðu til havs, eisini skarðsmenn. Men skjótt er Harranum um; brádliga sum eitt skot brendi hann á av landnyrðingi og tað ikki við eirindum, skrið stóð eftir sjónum og kolasvart í kavaroki. Har hjálptu hvørki kreftir ella skil, um teir vóru staddir út frá landi, sjálvt mætastu sjógarpar mátti lúta í so ójøvnum bardaga.”

Hatta var ein minniligur tollaksmessudagur. Heilir 19 mans sjólótust tilsamans í Norðoyggjum og av hesum vóru 7 mans við Skarðsbátinum. Tann elsti av skarðsmonnunum var 52 ár og tann yngsti 15 ár. Eftir sótu 5 einkjur og 11 faðirleys børn og tveir ungir dreingir vóru mistir. Henda bátsvanlukka var ein ræðuligur smeitur fyri eina so lítla bygd. Av mannfólki vóru nú bert ein 70 ára gamal maður og tveir dreingir um konfirmeringsaldur eftir. Tað var ikki lætt hjá teimum at gera alt tað arbeiði, sum kravdist fyri at kunna búleikast í eini føroyskari bygd, har fólk bert livdu av tí sum jørðin gav og av tí sum fekst av sjónum. Hjálp frá tí almenna fekst mestsum ikki tá.

Álvarsligt hóttafall var komin á bygdina, sum tað fór at vera sera ringt at fáa bilbugt við og afturat øllum kom so tann stóra tyngjandi sorgin um teir mistu. Fólk høvdu ongan hug at rýma úr bygdini kortini, men royndu at hóra undan. Onkur kom til Skarðs og gav eina hjálpandi hond , men hetta var kortini byrjanin til endan hjá hesi lítlu markatalsbygd. Onkur fluttu burtur um veturin og komu aftur um summarið. Eitt barn var eisini føtt hesa sváru tíð, seinasta barn á Skarði. Men tá tað snúði seg um framhaldandi at kunna búleikast har í bygdini, var komið út á eggina. Nøkur fólk fluttu burtur afturat. At enda reyk tað bert úr trimum húsum og so fóru tey, sum har búðu eisini av bygdini, tí einki bar til longur. Flestu fluttu til Haraldssunds og eingin kom aftur á Skarð at búgva. Í Haraldssundi settust tey niður í ein býling fyri seg og komu tí at verða partur av hesi bygdini, men nógv av teimum bóru bygdina av Skarði í sær.

Á tollaksmessu í ár vera tað 100 ár síðan bátsvanlukkuna, sum gjørdi enda á Skarði. Ein lítil bygd, sum enn var siðbundin og ein enn ein lítið broyttur partur av tí gamla føroyska bygdarsamfelagnum. Samfelagið rundanum var við at broytast við tí nýggja vinnulívinum, sum kom við fiskivinnuni og klippfiskaframleiðsluni. Fyrst við vinnuligum útróðri á heimaleiðum, síðani við sluppunum og so við teirri fløllbroyttu fiskivinnu, sum síðani kom at broyta allar Føroyar. Karmarnir rundanum tað gamla bygdasamfelagið brotnaðu og tað nýggja rúmtist ikki í tí gamla. Men tað var ikki tí, at fólk fluttu av Skarði, tað var enn ikki komið so langt við nýggju samfelagsbroytingini har, men hon hevði komið og stóð í durinum.

Tað fyrstu tíðina, tá vinnuligu útróðurin vaks fram í Føroyum saman við salt og klippfiskaframleiðsluni, tá lógu fleiri bygdir norðanfyri væl fyri til útróður, so leingi tað bert var róð við árabáti. Sjálvt um tað var ringur dráttur og brimpláss, so vóru árabátarnir yvirhøvur ikki tyngri enn so, at tað bar til at draga teir á sjógv og fleiri av hesum plássum mentust sum útróðrarpláss. Hóast alt so vóru tað fleiri dagar um árið við kyrru enn við brimi. Men tíðin var við at verða runnin hjá árabátinum og tað kom eisini av broyting í hugburðinum til útróður. Frá umleið 1906 komu motorbátarnir ella deksbátarnir, sum gjørdu tað, at kyrrupláss, hóast langa leið til góð fiskipláss, komu at verða betri fyri, tá tað um útróður ráddi.. Teimum nýttust ikki longur at sita við árarnar.

Tær landafrøðiligu umstøðurnar gjørdu, at brimplássini ikki kundi vera við í kappingini longur, tað vóru kyrruplássini, sum komu at vinna henda leik.

Tað vóru kortini menn á brimplássum, sum gjørdu royndir at hava motorbát, men tað vísti seg at vera ógjørligt at hava hann liggjandi úti fyri lending á brimplássi. Skarðsmenn ætlaðu eisini at fáa sær motorbát og ætlaðu at rógva út við honum móti várið, men so hendi tann stóra vanlukkan tollaksmessudag í 1913 og alt lív í bygdini kom at verða øðrvísi enn ætlað. Vit fingu tí heldur ikki at vita, hvussu tað fór at rigga við motorbáti á Skarði.

Tað sum gjørdi, at tað kom at vera øskukalt á Skarði so tíðliga í tíðini, skyldaðist fyrst og fremst at mestsum øll mannfólkini í bygdini sjólótust og ikki teimum mentalu og mentanarligu broytingunum, sum seinni gjørdi at fólk fluttu, tí bygdin á Skarði kom ongantíð rættiliga at vera fullur partur av nútíðini, tá tað um vinnulívið ráddi.

Tað sum tað ráddi um í hesum samfelag var at fáa vetrarfóður til neytini, tak yvir høvdið, klæði upp á kroppin og mat í trogið. Peningur var lítil og eingin. Bygdin var universið bæði sosialt, andaliga og vinnuliga. Og tey mentanarligu virðini lógu í bygdini. Tað sum skapaði virðir var stríð og strev á sjógvi og landi og at verða saman við góðum fólki. Handilslív og vinnulív í modernaðum týdningi var ikki komið rættiliga fyri seg.

Hetta broyttist alt so við og við í Føroyum í 1800-árunum, tá fiskiveiða var til fiskivinnu og menn fóru at vinna pening á útróðri og við sluppunum. Nú fingið fólk so við og við pening um hendi. Lynt varð undir einum komandi peningasamfelagi, sum kom at gerast meira og meira fjøltáttað og margfalt og sum í dag stendur fullum blóma. Í dag fer bert ein brotpartur av tí, sum vunnið verður til mat og klæðir. Tað er so nógv annað at brúka pening til – bæði av materiellum og meira immateriellum virðum. Hetta hevur eisini broytt fólk okkara fatan av tí góða lívinum. Mentan okkara stendur ikki í stað, men hon broytist, og vit broytast við henni. Vit skapa samfelagið og mentan okkara og samfelagið og mentanin skapar ella umskapar okkum.

Hyggja vit at søguni í einum størri perspektivi síggja vit tey ymisku søguligu høpini greiðari. Árabátarnir sampakkaði væl við brimpláss, tí hóast brim so vóru teir kyrru dagarnir fleiri. Men so komu motor- ella deksbátarnir og teir kravdu kyrrupláss, tá sóu menn, hvussu stravið tað var at sita við árarnar og teir vildu heldur hava motorbát. Sluppfiskiskapurin sampakkaði væl við gamla føroyska samfelagið . Tí sjálvt um menn vóru burtur summarhálvuna, so vóru teir heima um veturin. Av tí at fólkatalið vaks so nógv varð tað altíð nóg mikið av mannfólki eftir heima til at klára heimaarbeiði og sluppfiskimennirnir komu tíðliga á sumri, so teir kundu skera torv og seta niður epli. Teir vóru aftur so mikið tíðliga um heysti, at teir kundu fáa borið hoyggi inn, taka eplini upp og ganga fjøllini, um tað var neyðugt. Í slupptíðini vuksu smábygdirnar og trivust tí landið alt sampakkaði við tað vinnulív sum tá var.

Broytingarnar komu, tá menn fóru at vera burtur til skips alt árið. Við trolarum og teimum nýmótans skipunum, sum so við og við komu at verða bulurin í føroyska fiskiflotanum. Fólk fara nú at flyta av bygdunum til stórplássini og gongdin var, at tað eftir nøkrum árum komu at vera so fá fólk eftir á smáplássunum, at tað gjørdist óliviligt hjá teimum, sum eftir vóru.

Hesa gongdina kenna vit og tað verður torført at broyta hana, tí broytingarnar eru eisini farnar fram í sinni og mentan. Tey ungu fólkini eru eisini farin at seta onnur krøv til lívið, enn tað sum hoyrir bygdauniversinum til,. Tað gamla bygdauniversið sum eina ferð var er ikki til longur, men eru, sum Jens Eli Ellefsen sigur, gomul minnir hjá teimum, sum einaferð búleikaðust har. Her komi eg at hugsa um sangin hjá Hans Andrias Djurhuus: Meg minnist eina mynd – eg var lítil tá,tó fagrari mynd eg aldri sá, sum endar við orðunum: Tó aldri eg enn slíkt stað havi sætt,og einki havi eg frá tí frætt; og myndin er burtur – skrødd ella brend, og eina mynd av mær, ongum øðrum kend.

Tað gamla bygdasamfelagið er vorðið ein dreymamynd, sum vit neyvan fáa lív í aftur hjá teimum sum komu aftaná. Vit kunnu gráta og syrgja um tað, sum gera at fólk eru flutt. Men tað fáa vit ikki gjørt so nógv við, sjálvt um tað væl kann henda at onkur fer at flyta aftur út á smáplássini, men tað verður út frá heilt øðrum hugsjónum enn teimum gomlu.

Fólkini, sum búðu á Skarið eru ikki horvin ella vorðin burtur, sum tey frá St. Kilda sigast at vera, tey búgva bara aðrastaðni, fleiri í Haraldssundi, haðani tað eisini ber til at røkja hagan á Skarði. Skarðsfólk eru enn ikki horvin, tað er tað, at vit eru her í dag eisini besta dømið um, tá roynt verður at fáa søguligt lív burtur úr øskukuldanum. Andsmenningarliga hava tey av Skarði lagt nógv eftir og søguliga eru tey kanska goymd eina tíð, men ikki gloymd, tað er minnisvarðin, sum avdúkaður er í dag av Pálli Klettskarð, sum hevur røtur sínar av Skarði besta prógvi um.

Uttan at taka nakað frá nøkrum, vil eg nevna tvey fólk, sum høvdu røtur sínar á Skarði. Tey vóru børnini hjá Johannes og Elisu Johannesen. Símun og Anna Sofía. Símun var borðin í heim í 1872 og var borðin til festið, men fór aðrar leiðir. Hann fór at læra til lærara. Hann fekk sær í 1905 navnið Símun av Skarði. Hann stovnsetti seinni saman við Rasmus Rasmussen, sum giftist við systur hansara Onnu Sofíu, Føroya Fólkaháskúla. Eisini teir droymdu um bygdina og tað fjarskotna, tí løgdu teir skúlan í Føgrulið, men ásannaðu skjótt, at tað ber ikki til og fluttu tí skúlan til Havnar. Tann nýggja tíðin tók eisini teir.

Símun av Skarði hevur yrkt eina rúgvu, eisini tjóðsang okkara og fleiri av børnum hjá teimum báðum Símuni og Rasmusi komu at gera nógv at gera vart við seg. Persónliga havi eg verið so heppin at hava havt nógv at gera við tveir megnarmenn, systkinabørnini Jóannes av Skarði og Jóannes Rasmussen skilamenn í allar mátar, sum eg virði ómetaliga høgt.

Tægan av Skarið hevur ikki verið tóm og nú hava vit eisini onnur, sum eru farin at leggja meira í tæguna, eitt nú politikarin og søgufrøðingin Óluvu Klettskarð og fleiri við henni. Kanska er tað vorði øskukalt í toftunum, sum standa eftir, men í søguni er eisini lív og glóð, sum tit nú royna at fáa at loga aftur.

Hjartaliga til lukku við minnisvarðanum og takk fyri tann stóra heiður, sum eg havi fingið frá tykkum her norðuri at verða biðin um at røða her í dag. Tað eri eg ómetaliga fegin um. Takk fyri at tit hava lurta.